Lýsing

Farmakonomar til Norðoya Apotek

Kundi tú hugsa tær at verið partur av toyminum á Norðoya apotek?
 
So eru 3 avloysarastørv at søkja ávikavist frá 12.oktobur ella eftir nærri avtalu, 1.desembur 2020 og 1.januar 2021. Størvini eru eitt ár fram.
Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.
 
Tú kemur fyrst og fremst at starvast við resept- og kundaavgreiðslu. Afturat hesum koma resepturarbeiði og aðrar uppgávur.
 
Á Norðoya Apotek hava kundatænasta, samstarv og yrkisføri hægstu raðfesting.
 
Umframt at vera farmakonomur, vænta vit, at tú:
·       Er tænastusinnað/ur og dámar kundarøkt
·       Samstarvar væl í toyminum og verður ein góður starvsfelagi
·       Trívist í nýggjum avbjóðingum
Um Norðoya Apotek:
·       Vit eru á leið 13 starvsfólk
·       Er ISO 9001 góðkent
·       Vit brúka telduskipanina AX 2012
·       Er limur í A-apoteket
·       Er vaktapotek
 
Umsókn saman við prógvi og cv skal sendast til Norðoya Apotek á nordoya@apotek.fo í seinasta lagi 30.09.2020.
Um tú hevur spurningar er tú vælkomin at venda tær til Nannu Knudsen, apotekara, ella til Jonu Thune, leiðandi farmakonom, á tlf 472500 ella senda ein teldupost á nordoya@apotek.fo 

Aftur
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026