Lýsing

Byggiverkfrøðingur innan berandi konstruktiónir

Vegna vaksandi virksemi hava vit tørv á einum røskum byggiverkfrøðingi.

Arbeiðsuppgávur:

Prosjektleiðsla
Prosjektering av berandi konstruktiónum til ymiskar byggiuppgávur, herundir úvega útrokningar og tekningar.
Umsøkjarin skal helst hava førleika í forritum, sum Word, Excel og Autocad/Revit/ v.m.

Eisini er tað ein fyrimunur um tú dugir væl at samskifta, bæði í talu og skrift, á føroyskum, donskum og enskum.

Løn
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving, royndum og annars eftir avtalu millum partarnar.

Vit bjóða:

Spennandi og avbjóðandi prosjektir í Føroyum og Danmark.
Eitt fakligt umhvørvi við nógvum royndum.

Góðar arbeiðsumstøður.

Talan er um árbyrgdarfult og sjálvstøðugt starv, við góðum møguleikum við fakligar og persónligar menning.

Nógvar spennandi verkætlanir liggja fyri framman at loysa og tískil er best at tú kanst byrja skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.

Umsóknir
Áhugaði kunnu venda sær til Poul Nolsøe Kjølbro Linklett á tlf. 788 150, og umsóknir sendast til pl@dc.fo.

Talan er um fulltíðarstarv.

Freist at søkja er 7. oktober.

 

Hvørji eru vit:
Drauschke Consult Føroyar Sp/f er ein ráðgevandi verkfrøðingastova, ið veitir ráðgeving til byggivinnuna í Føroyum og í Danmark. Vit hava holla vitan og royndir við at prosjektera alt innan berandi konstruktiónir og útinna prosjekttilfar við útrokningum og tekningum, til bæði smærri og størri verkætlanir. Vit eru serstakiliga góðir til at prosjektera betongelementir. Góðskan av arbeiðnum skal verða í trá við tey yrkis- og fíggjarligu krøvini, ið sett verða til hvørja einstaka uppgávu og til tær valdu loysnirnar, verður tikið hædd fyri umhvørvi, ið hesar eru ein partur av. Vit seta tørvin hjá kundanum í fremstu røð og arbeiði ið gjørt verður, er eftirfarandi og effektivt í einum opnum og álitismiklum samstarvi. Vit ynskja eitt høgt fakligt umhvørvið, har hvør einasta uppgáva er í trá við at vit eru ein professjonellur samstarvsfelagi, har vit í tøttum samstarvi og eldhuga skapa virði fyri kundan, innan ráðgeving og prosjektering. Tað gera vit við at nøkta tørvin til góðsku, halda tíðarætlan og samdan kostnað – líka mikið um talan er um einfaldar ella margfaldar loysnir.

Aftur
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Føðslu­atstøðari til køkin á Klaksvíkar S…
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
6. nov 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum ella hjá…
Umsóknarfreist:
12. nov 2025
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Vinnu­ráð­gevi til Føroya Tele
Umsóknarfreist:
19. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir grannskoðara
Umsóknarfreist:
15. nov 2025
Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Svøvnkøvu ambu…
Umsóknarfreist:
9. nov 2025