Sjúkrarøktarfrøðing og heilsuhjálparar til Sambýlið á Heygnum

Ynskir tú at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum í Sambýlinum á Heygnum, so er tað tær, vit sóknast eftir!

Vit sóknast eftir

  • Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,85 at byrja skjótast gjørligt til 31. oktober 2018. Møguleiki er fyri hægri brøki.
  • Tveimum heilsuhjálparum í fast starv á setanarbrøki 0,7 at byrja 1. mai 2018 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri hægri brøki.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Sambýlinum á Heygnum búgva 14 búfólk, umframt tvey pláss, ið eru ætlað til samdøgursrehabilitering.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum á Heygnum tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og útbúgving sum heilsuhjálpari
  • Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
  • Áhuga í at arbeiða við støði í rehabilitering
  • Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. +298 793410.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 23. apríl 2018.

Aftur
Forritari til menningardeildina
Umsóknarfreist:
29. jan 2019
Goymslu­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
1. feb 2019
ATLANTIC AIRWAYS LEITAR EFTIR SØLUFÓLKI…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
Almanna­mála­ráðið søkir eftir tveimum ful…
Umsóknarfreist:
22. jan 2019
Ert tú okkara komandi tekniski leiðari?
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
ATLANTIC AIRWAYS SÓKNAST EFTIR FLOGTERNU…
Umsóknarfreist:
26. jan 2019
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði hjá Art…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
FRÍYRKIS-STÝRIMENN (M/­K) TIL ATLANTIC AI…
Umsóknarfreist:
26. jan 2019
Førari til betongpumpubil
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Múrarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
25. jan 2019