Lýsing

Endurlýsing - sálarfrøðingar til miðnámsskúlaøkið

Tvey spennandi og avbjóðandi størv 3⁄4 tíð sum sálarfrøðingur á miðnámsskúlunum eru leys at seta skjótast til ber. Miðnámsskúlarnir eru í Klaksvík, á Kambsdali, í Vestmanna, í Tórshavn og í Hovi. Ferðing er íroknað arbeiðstíðina.

Saman við sálarfrøðingi, ið er knýttur til Serligt Skipað Miðnám, eru hesi størvini sálarfrøðiskipanin til miðnámsskúlarnar í Føroyum.

Endamálið við eini sálarfrøðiskipan í miðnámsskúlahøpi er at gera næmingarnar betur førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið. Samstundis er endamálið at førleikamenna lestrarvegleiðingina/aðra vegleiðing í skúlunum, so hon er betur før fyri at taka hond um næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp.

Arbeiðs- og ábyrgdarøki:

Veita næmingum, sum hava tørv á tí, hjálp, samrøður og terapi í styttri tíðarskeið
Veita ráðgeving og vegleiðing til lestrarvegleiðarar, starvsfólk og foreldur
Veita supervisión
Samskipa sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við skúlan
Skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum
Ráðgeva og vísa til/leiðbeina til onnur stuðuls- og viðgerðarstøð

Harumframt vænta vit, at umsøkjari:
Dugir at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum námsfrøðiligum- og viðgerðaruppskotum
Er við til at menna sernámsfrøðiliga virksemi í miðnámsskúlunum
Arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:
Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í miðnámsskúlunum

og í Sernámi
Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar í Sernám og onnur fakfólk
Supervisión
Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
• Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við løggilding.
Setanarviðurskifti:

Talan er um føst størv á 3⁄4 tíð. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:

Umsóknir, við avriti av prógvum, C.V. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. oktober 2020 og skulu sendast til:

Sernám
Á Frælsinum 32 Postrúm 2036
FO – 110 Tórshavn

Ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo 

Sernám hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og veita ráðgeving til stovnar, skúlar, og foreldur sum varða av børnum og ungum. Sernám er skipað í dagstovnaøki, fólkaskúlaøki og miðnámsskúlaøki.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024