Løgfrøðingur til Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Umhvørvis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so er hetta kanska eitt starv fyri teg.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Tú hevur áhuga fyri økjunum, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur, og kundi hugsað tær at arbeitt við at menna og dagføra økini. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi fert tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða kommunal eftirlitsmál, løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðasmíð, málsviðgerð, at gera hoyringarsvar umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora.
Talan er um eitt fast starv, sum serliga fevnir um kommunumál umframt náttúru- og umhvørvismál og byggi-, lendis- og býarskipanarøkið.
Starvið er mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Gongin 7
FO-100 Tórshavn
ella við telduposti til uvmr@uvmr.fo 

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. oktobur 2020 kl. 12:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, á tlf. 558090 ella við at skriva til hilmarh@uvmr.fo.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál, ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál, veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Aftur
Starv sum eftirlits­fólk/­málsviðgerði á A…
Umsóknarfreist:
29. okt 2020
Havsbrún søkir eftir framleiðslu­fólki ti…
Umsóknarfreist:
20. nov 2020
Maskinmeistara til Hav Nes
Umsóknarfreist:
29. okt 2020
Barnahúsið IMBA søkir eftir pedagogi
Umsóknarfreist:
9. nov 2020
2. maskinmeistari til Vørn
Umsóknarfreist:
2. nov 2020
Lærlingur til framleiðslu­loysnir
Umsóknarfreist:
8. nov 2020