Lýsing

Barnahúsið IMBA søkir eftir pedagogi

Barnahúsið IMBA søkir eftir:
einum pedagogi í tíðaravmarkað starv frá og við 16. November 2020 til 16. November 2021, starvið

er 20 tíma viku seinnapart. Um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin. Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:

eitt starv á 20 tíma viku í barnagarðsstovu, sí starvstreytir undir Starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

Hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærløgd. sær møguleikar fram um forðingar.

Vit kunnu bjóða:

ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan, hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar.

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 09. november 2020, kl. 20:00

Nærri kunning um starvið fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891 Umsóknin skal sendast til: t-post: barn@hvannasund.fo 

Aftur
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vertir til poddvarpssend­ingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Summarstørv og avloysararstørv í Klaksví…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026