Lýsing

Barnahúsið IMBA søkir eftir pedagogi

Barnahúsið IMBA søkir eftir:
einum pedagogi at byrja 01. desember 2020. Um eingin pedagogur søkir, kann hjálparfólk vera sett í

starvið tíðaravmarkað, frá 01. desember 2020 til 23. Desember 2021
Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:

Eitt pedagogstarv á 32 tíma viku í vøggustovu, sí starvstreytir undir Starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærløgd. sær møguleikar fram um forðingar.

Vit kunnu bjóða:

ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan, hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar, ella flyta stovu.

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. november 2020, kl. 15:00

Nærri kunning um starvið fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891 Umsóknin skal sendast til: t-post: barn@hvannasund.fo 

Aftur
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
6. nov 2025
Føðslu­atstøðari til køkin á Klaksvíkar S…
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum ella hjá…
Umsóknarfreist:
12. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir grannskoðara
Umsóknarfreist:
15. nov 2025
Vinnu­ráð­gevi til Føroya Tele
Umsóknarfreist:
19. nov 2025
Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Svøvnkøvu ambu…
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025