Lýsing

Førari til spulibil

Vit leita eftir førara til spulibil at byrja skjótast til ber.

Hevur tú hug at arbeiða í einum fjølbroyttum umhvørvi, við skiftandi avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær vit leita eftir.

Arbeiðsøkið
Tú kemur at koyra spuli/súgvibil og arbeiða í ymiskum verkætlanum, saman við okkara Tv- inspektións bili, runt landið. Umframt annað fyrifallandi arbeiði við súgvibili.

Vit vænta, at tú

Er røkin og álítandi
Er arbeiðsom/-samur
Hevur góð samstarvsevnir
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir ella prógv sum spuliførari.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt arbeiðspláss
Nútímans útgerð
Tú hevur møguleika at menna teg fakliga og persónliga
Eitt arbeiðspláss, har tú ert við at seta dagsskránna
Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.


Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meir at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Gudjon Egholm á telefon 225293.

Umsøkn
Freistin at søkja er 30.11.2020.

Umsókn skal sendast til

Sp/f Fílurin
Undir Fossum 71
700 Klaksvík

Aftur
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Endur­lýsing: Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna…
Umsóknarfreist:
26. okt 2025
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Arbeiðs­fólk til móttøku­høll­ina hjá IRF
Umsóknarfreist:
21. okt 2025
Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit…
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
30. okt 2025