Lýsing

Barnahúsið IMBA søkir eftir:

Barnahúsið IMBA søkir eftir einum pedagogi at byrja 08. mars 2021. Um eingin pedagogur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv, frá 08. mars 2021 til 04. mars 2022

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.
Vit kunnu bjóða tær:
Eitt pedagogstarv á 35 tíma viku í vøggustovu, sí starvstreytir undir Starvsstaður

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum

er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum
 
er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi  og nærløgd

sær møguleikar fram um forðingar
Vit kunnu bjóða:
ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan hevur  tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir fjøltáttað praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. februar 2021, kl. 10:00
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran, tlf. 735891
 
Umsóknin skal sendast til:  t-post: barn@hvannasund.fo 

Aftur
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum ella hjá…
Umsóknarfreist:
12. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir grannskoðara
Umsóknarfreist:
15. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Føðslu­atstøðari til køkin á Klaksvíkar S…
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Svøvnkøvu ambu…
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir vaskifólk
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025