Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Poddar

Tey kroniskt sløvu

Jóhann Lützen

“Veistlan verður í bygdarhúsinum kl. 19”. Gu verður hon ei. Um hon er sett at vera kl. 19, so byrjar hon 20:11 ella eitt tílíkt tíðspunkt, sum er ógjørligt at gita seg til áðrenn. Ert tú boðin í føðingardag kl. 16, so kanst tú saktans ganga út frá, at klokkan 16 er klokkuslettið, tá verturin so smátt byrjar at fara undir fyrireikingarnar í køkinum. Ert tú ikki seinkaður meira enn eitt korter, endar tú sostatt mitt í rokanum, og tú skalt ikki rokna við at verturin hevur tíð til tín tann fyrsta tíman ella tveir.

Kappróður verður skipaður á sama hátt. Kl. 15 spælir summarstevnuvalsurin, og so má verturin í útvarpinum hava eitt heilt arsenal klárt av tónleiki at spæla, inntil skotið verður í gongd, vanliga einaferð millum 15:30 og 16:45. Og tað er tá tað gongur væl.

Eitt er hvat privatfólk og frítíðarfeløg gera. Men bæði tænastuvinnan og heilsuverkið hava eisini tikið hendan trendin til sín. Hevur tú eina tannlæknatíð, tíð til læknaviðtalu, ella skalt til frisør, og møtir til avtalaða tíð, ja, so mást tú fyrsta hálva tíman undirhalda teg sjálvan við Billedbladet frá 2013, sum forrestin er sama blað sum tú las úr enda í annan, tá tú møtti til tíðina seinast. Hálvan tíma seinni sleppur tú framat, og tekur smílandi ímóti umberingini “Orsaka at tú mátti bíða”, hóast tú í høvdinum á fleiri ymiskar hættir hevur framt herverk á alt inventarið.

Stóri trupulleikin er, at hesi, sum “altíð” eru ov sein til eina avtalu – tey kroniskt sløvu – júst ikki altíð eru tað. Høvdu tey verið tað, so bar til at planleggja eftir tí. So vistu vit, at “tá hasin sigur kl. 17, so møta vit kl. 18:15, tí tá er hann klárur”. Men tað kunnu vit ikki, tí sløvheitin er ikki kronisk. Eina ferð innímillum er hann til tíðina, ella minni seinkaður enn hann plagar. Ein tannlæknatíð kl. 10 plagar at merkja kl. 10:35, men hon ger tað ikki altíð. Vit kunnu koma út fyri at møta kl. 10:30, og tað so vísir seg at hann var klárur longu kl. 10:20, og tí hevur ringt eftir onkrum øðrum at koma beinanvegin.

Tí kundin hevur ongantíð rætt. Tann sum móttekur pengar, má ikki bíða. Viðskiftafólkini mugu fyrst rinda við tíð, og harnæst við pengum, og tað mest fólkaliga er, at man aftaná takkar bæði fyri at vera sloppin at bíða og fyri at gjalda.