Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var bæði hugnaligt og samstundis hugtakandi og stórsligið, táið Jólaskipið legði at Stangarbrúnni.

Ein unik Klaksvíkstraditión: Jólaskipið framvegis fjølmenta undirtøku

SKRIVAÐ: (Norðlýsið ÍTROTTUR)  |  22.12.2008 - 00:23 Eldri tíðindi

Hóast tað hevur fleiri ár á baki og er blivið ein traditión í Klaksvík, so er Jólaskipið í Klaksvík framvegis fantastiska væl umtókt, bæði millum klaksvíkingar og avbygdafólk.

- Ongastaðni riggar hetta so væl sum hjá tykkum her í Klaksvík!!

Soleiðis tók ein avbygdarmaður til á Stangarbrúnni leygardagin, tá ið Jólaskipið hevði lagt at og stóra mannmúgvan var farin til gongu heim eftir bryggjuni aftan á jólamonnunum.

Og helst er nakað um tað, sum hann segði, tí aðrir býir hava roynt at gjørt Klaksvík hetta eftir, men higartil uttan tann stóra viðburðin. Alt skal kanska heldur ikki kopierast – hetta tiltakið er eftirhondini blivið unikt fyri Klaksvík, og ikki er tað heilt sørt heldur, at fólk vitja higar av bygd fyri at upplivað Jólaskipatiltakið – og tey verða heldur ikki vónbrotin.

- - -

Hundraðtals børn og vaksin høvdu aftur í ár leitað sær norður á Stangarbrúnna at taka ímóti Jólaskipinum, sum aftur í ár var hugtakandi at síggja, tá ið tað kom við nógvari ferð aftur við góðum jólatónleiki – fyrst frá Kl. Hornorkestri, sum trúfast var møtt upp á Stongunum, og síðan úr hátalarunum umborð.

Við jøvnum millumbilum hoyrdist høvuðsjólamaðurin í hátalarunum, har hann heilsaði børnunum, sum stóðu spent á Stangarbrúnni og bíðaðu.

Fýrverk, roykbumbur og veittrandi jólamenn góvu løtuni ein ævintýrdám í stilla veðrinum, sum var hesa løtuna.

Alt meðan eyguni vóru fest á Jólaskipið, so var Norðoya Bjargingarfelag eisini til arbeiðis við Ziska og einum gummibáti, sum sigldu fram við bryggjuni, tilreiðar at hjálpa, um nakað óhapp skuldi hent – tað er tíbetur enn ongantíð hent nakað álvarsligt óhapp í sambandi við hetta serstaka og hugnaliga tiltak, men tað er tó so neyðugt og tryggjandi fyri okkum øll, at tey í bjargingarfelagnum eru tilreiðar á sjónum, samstundis sum brandmenninir hjá Kl. Sløkkiliði eru klárir uppi á landi.

So fóru teir upp á brandbilin, væl ansaðir av brandmonnunum, og síðan gekk leiðin hjá stóru fjøldini niðan á vøllin, gangandi eftir vegnum. Fleiri høvdu valt at fara frammanundan niðan á vøllin fyri at fáa eitt gott pláss í áskoðaraskýlinum, meðan onnur royndu at skunda sær eitt sindur og fóru stytstu leið, eftir Skúlavegi, niðan á vøllin, meðan jólamenninir á takinum á stóra brandbilinum fóru tað føstu leiðina eftir Biskupsstøðgøtu umvegis rundkoyringina við Posthúsið og haðani niðan á vøllin við Djúpumýru, ella Injector Arena, sum hann nú nevnist.

Komin niðan á vøllin kundi ein staðfesta, at undirtøkan aftur í ár var framúr góð, fyri tað fyrsta var skýlið stúgvandi fult, og haraftrat var tjúkt av fólki allan vegin uttan um tað avstikaða økið framman fyri áskoðaraskýlið.

Tað er fantastiskt allíkavæl, hvussu hesir skapandi heilarnir í býnum kunnu finna upp á tiltøk sum hetta, ið eru ein succés á hvørjum ári – ikki tí tað er so fløkt og háfloygt, nei so sera einfalt og tó so hugnaligt og stuttligt, at øll vilja verða við.

Vit taldu ikki fólkini á og við vøllin, men 600 fólk kunnu sita í skýlinum, umframt tey, sum stóðu, og sama tal mundi vera á vøllinum og uttanum, so vit skulu væl upp um tey túsund fyri at finna rætta talið av fólki, sum møttu til Jólaskipatiltakið í ár.

Sangarar og guitarspælari úr KFUM & K leiddu fyrst tveir góðar jólasangir, og fólk sungu væl við. Síðan bjóðaði Steinbjørn O. Jacobsen vælkomið, áðrenn høvuðsjólamaðurin heilsaði upp á tey spentu børnini.

Borgarstjórin kom síðan aftur og handaði Ársins Rósu 2008 til Adelborg Linklett, áðrenn jólamenninir høvdu teirra afturvendandi jólashow, sum aftur í ár var stuttligt. Høvuðsjólamaðurin fekk enn einaferð skaða, tá ið hann royndi at leypa upp um hinar jólamenninar og –vættrarnar, og so kom sjúkrabilurin aftur til hjálpar, men hesaferð var skaðin bara fyribils, tí skjótt leyp hann aftur sum ein trøllomma ;) – hesin stuttligi og eyðkendi høvuðsjólamaðurin.

At enda sungu øll “gleðilig jól”, og so takkaði Karl Birgir fyri hesaferð og bjóðaði øllum jólapakka, meðan flott og stórsligið fýrverk buldraði og bleiktraði yvir fótbóltsvøllinum, meðan fegin børn og foreldur fingu hvør sín pakka og leitaðu heimaftur at fáa sær heitan drekkamunn og at bíða eftir jólunum, sum nú vóru sera nær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…