Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvdan man nakar hava skrivað so nógv og skilt so lítið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.04.2009 - 23:14 Eldri tíðindi

Tað heldur Hans Andrias Sølvará. um tað, Victor á Lakjuni hevur skrivað.

Hans Andrias Sølvará

“Schiller was wrong in his Joan of Arc when he said that “against stupidity the gods themselves contend in vain.” It is actually by means of the gods that we make our stupidity and gullibility into something ineffable”
Christopher Hitchens

Hetta hevði verið eitt meira hóskandi heiti á greinini, sum Victor á Lakjuni (VL) hevur á heimasíðunu hjá Norðlýsinum 7. apríl við heitinum “Alt er skapt av Honum”. VL hevur ikki víst nøkrum aftur, sum eg (HS) havi skrivað, men hann endurtekur púra óávirkaður teir somu feilirnar við nýggjum lygnum. Í veruleikanum kundi eg bara endurprentað greinina í Dimmu frá 27. mars fyri at rikið aftur alt tað, sum VL skrivar, men VL leggur m.a. meg undir at hava sagt so nógv, sum eg ongantíð havi sagt, at eg noyðist at svara.

Tilgjørdar mótsøgnir
Tá VL leggur meg undir at mótsiga mær sjálvum í eini grein í Dimmu tann 3. mars, so átti hann at gjørt tað við støði í uppáhaldum, sum eg (og ikki hann) havi sett fram. T.e. at ein mótsøgn er millum uppáhaldið um, at skapanarlæran (sum eg í greinini týðiliga og enntá fleiri ferðir skilmarkaði sum: “at Gud m.a. skapti alt lív á jørðini eftir 6 døgum góð 3000 ár frammanundan” (sitat HS) – t.e. fyri uml. 6000 árum síðan) er mótprógvað, og uppáhaldið um, at “Gud hevur designað allar lívfrøðiligar skipanir hvørki kann prógvast ella mótprógvast” (sitat HS). Tað er bara ein sannroynd, at “ástøðið” um, at alt lív á jørðini varð skapt eftir 6 døgum fyri 6000 árum síðan bæði er testað og mótprógvað, men tann metafysiska gudtesan er hinvegin ómøgulig at testa/mótprógva. Tað fyrra ástøðið sipar til nakað empiriskt, sum kann testast, meðan tað seinna uppáhaldið sipar til nakað metafysiskt, sum ikki kann testast. Her er eingin mótsøgn. Tekur VL hinvegin teir 6 dagarnar og tey 6000 árini úr mínum teksti, sum hann ger í grein síni, so framleiðir hann eina falska mótsøgn í mínum teksti, sum ikki er har. Tað ger mær tað sama, um VL “trýr”, at alt lív á jørð varð skapt eftir 6 døgum fyri 6000 árum síðan (eg havi annars ikki lagt VL undir at halda, at heimurin varð skaptur fyri 6000 árum síðan, sum hann tykist vilja verja seg ímóti) ella um hann “trýr” okkurt heilt annað, men eg finni meg ikki í, at VL leggur meg undir at mótsiga mær sjálvum við følskum grundgevingum. Eg fari ikki at verja míni sjónarmið móti skuldsetingum frá VL við støði í framleiddum treytum hjá VL.

Eg gangi út frá, at VL hevur lisið tað, sum eg havi skrivað, men hann tykist als ikki hava skilt nakað. Tað undrar meg hinvegin heilt nógv, hví VL tekur avgerandi orð burtur úr mínum tekstum, tá hann endurgevur og finst at mínum grundgevingum og sjónarmiðum.

Ein avmarkaður Gud
VL ger eisini sigursælur heilt nógv burturúr, at eg sambært honum skal hava “avmarka(r) Gud til “eina mekanismu í menningarlæruni”” (sitat VL), men grundarlagið undir øllum tí, sum VL her skrivar, er enn einaferð nakað, sum hann (ikki eg) hevur skrivað. Tað, sum eg skrivaði var, at: “hetta hvørki prógvar ella mótprógvar, at ein Gud (ella Gudar) er til, ið á onkran hátt (sum tó man vera avmarkaður til mekanismur í menningarlæruni) hevur designað lívið” (sitat HS). Tað er kanska ov nógv at krevja av VL, at hann, í einum setningi sum tilsamans telur 37 orð, skal megna at skilja ímillum Gud og tann hátt, sum Gud hevur valt at designa lívið uppá, men ein sannroynd er tað í øllum førum, at antin dugur VL rættiliga illa at lesa ella eisini liggur onkur minni heiðurlig grund aftanfyri.

Næstu ferð, VL skrivar ímóti sjónarmiðum hjá mær, so átti hann at tikið støði í onkrum tekstum, sum eg havi skrivað. Tað gevur líkasum onga meining, at VL hevur fingið sær tann óvana at reka sjónarmið hjá mær aftur við støði í tekstum, sum hann hevur skrivað.

Eg undri meg bara yvir, hví VL er so fullvísur í, at tað eri eg, sum ikki havi skilt nakað.

Karl Popper og menningarlæran
Eg havi ikki lagt VL undir at vera “lygnara” viðvíkjandi útsøgnum hansara um Karl Popper, men eg havi róð fram undir, at VL er komin til at lýsa støðuna hjá Karl Popper til menningarlæruna skeivt orsakað av manglandi vitan. Hevur VL hinvegin lisið verkið hjá Karl Popper, sum hann nú við tilsiping til “Unended Quest” tykist siga, so stendur sak hansara uppaftur verri: Tað er óheiðurligt við vilja at leggja fólk undir at hava sjónarmið, sum tey ikki hava. Sjónarmið hjá Karl Popper um vísindaliga støði hjá menningarlæruna, sum VL endurgevur úr “Unended Quest” frá 1976, hevur Karl Popper heilt týðiliga tikið frástøðu frá, sum eg eisini vísti á í greinini í Dimmu 3. mars. Í “Natural Selection and the Emergence of Mind” frá 1978 skrivaði Karl Popper, at: “tann modernaða darwinisman er væl testað, og tað er menningarlæran, sum sigur, at alt lív á jørðini er ment frá nøkrum fáum primitivum einkyknuskipanum, møguliga enntá frá eini einkultari skipan, eisini. ... Eg havi broytt støðu til testbari og logiska støði hjá ástøðinum um nátúrligt úrvæl” (sitat KP). Hetta er støðan hjá Karl Popper, men VL tykist ikki leggja nakað í tað. Eg fari bara enn einaferð at vísa VL til mína grein í Dimmu frá 3. mars og endurtaka, at støðan hjá Karl Popper til testbari hjá menningarlæruni er júst soleiðis, sum har (og her) er greitt frá, og ikki soleiðis, sum VL síðan í tveimum umførum hevur roynt at lýst støðu hansara. Eg kann eisini leggja afturat, at stórt sæð øll vísindafólk eru samd við Karl Popper í hesum.

VL heldur seg heldur ikki hava lagt Karl Popper undir at møsna, ta hann skrivaði: “Nógv sokallaði ástøðir eru framsett, og at siga at eitt ástøði, so leingi tað ikki er mótprógvað, situr trygt í hásætinum sum sannleiki, er einki uttan møsn”. Gud viti hvat VL man sipa til við hesum, um tað ikki er tað kenda demarkatiónskriteriið fyri vísindi hjá Karl Popper!?

Niðurstøðan er, at kennir VL verkið hjá Karl Popper, sum hann nú tykist vilja vera við, so er hann óheiðurligur. Kennur VL ikki alt verkið hjá Karl Popper, so átti hann kortini at kent støðu hansara til testbari hjá menningarlæruni gjøgnum endurgevingar í mínum greinum. Kortini hevur VL tvær ferðir síðan lýst støðu Karl Popper´s til menningarlæruna skeivt. Tað er góður føroyskur skikkur at bera yvir við fólki, sum siga ósatt orsakað av manglandi vitan, men fólk, sum við vilja fjala yvir sannleikan er torførari at bera yvir við.

Menningarlæran og Gud
VL endurgevur eisini spurningar, ið Darwin setti í “Origen of the Species”, sum um talan er um prógv fyri, at Charles Darwin ivaðist í ástøði sínum. Spurningar, sum fullkomiliga eru tiknir burtur úr teksthøpinum - eins og vanligt er millum kreationistar. Tá Charles Darwin setur hesar spurningar, so er tað einans retoriskt fyri síðan at koma við sínum svari uppá teir. Her er ikki talan um ivaspurningar hjá Charles Darwin; her er talan um skrivingarlag hjá Charles Darwin, sum einki hevur við persónligan iva at gera. Hevur VL lisið bókina hjá Darwin, og ikki bara fingið kunnleika til ávísar orðingar í henni gjøgnum onkran kreationist, so býr eisini her okkurt minni heiðurligt undir enn manglandi vitan.

VL skrivar eisini hetta um menningarlæruna: “Evolutiónslæran sigur, at alt lív á jørðini hevur ment seg frá eini urkyknu, sum á ein ella annan mystiskan hátt bara var har, uttan nakran Gud, uttan nakran Skapara”. Hetta er heldur ikki satt. Menningarlæran útihýsir ikki einum skapara. Í “Origen of the Species” (5. útgáva) skrivaði Darwin, at: “Tað er stórleiki í tí sjónarmiði uppá lívið, at tað, við sínum ymisku kreftum, av skaparanum upprunaliga er vorðið íblást nakrar fáar ella ein einkultan form, og at tað, meðan okkara klóta hevur malið runt eftir tyngdarlógini, hevur óteljandi formar, ómetaliga vakrar og ómetaliga yndisligar, frá eini einfaldari byrjan hevur ment seg og framvegis mennir seg”. Menningarlæran sigur einki um lívsins uppruna; hon treytar lívið. Bókin hjá Darwin snýr seg ikki um uppruna lívsins; hon snýr seg einans um upprunan til artirnar. Hvørki Pascal, Newton ella Darwin avskrivaðu Gud, men VL skírir ósmæðin og ikki sørt frammligur eina ørgrynnu av vísindafólki, sum góðtaka menningarlæruna at vera “Gudhatararnir”, “gudloysingarnir” og “gudloysis lívfrøðingarnir” (sitat VL). Eg veit ikki, um VL bara er ófantaligur ella óvitandi, tá hann m.a. leggur Charles Darwin og eina ørgrynnu av kristnum vísindafólkum og lívfrøðingum, sum taka undir við menningarlæruni, undir at vera Gudahatarar og gudloysis lívfrøðingar, men heiðurligur er hann í øllum førum ikki.

Tað finst ein ørgrynna av trúgvandi granskarum og upplýstum kristnum, sum góðtaka menningarlæruna. T.d. skrivar danski gudfrøðingurin Niels Henrik Gregersen, at: “Guds háttur at skapa uppá er at geva skapanarverkinum møguleikar, sum tað er uppgávan hjá skapanarverkinum sjálvum at rannsaka gjøgnum tess milliardir ár longu søgu”. Hesi upplýstu kristnu, sum í samsvar við menningarlæruna m.a. tulka skapanarmyturnar í 1. Mósebók sum “theistiska evolutión”, tykjast ikki finna nakra náði hjá VL, sum skírir menningarlæruna at vera av tí “ónda” og tey, sum taka undir við henni “Gudahatarar”.

Hesar útsagnir munnu siga meira um dómaran, enn tær siga um tey, sum dømd verða.

Trúgvin hjá Newton
Munurin millum stór vísindafólk, t.d. Newton og Darwin, og óvitandi kreationistar er, at tey fyrru royna at laga sína trúgv til ta bestu vísindaligu vitan, sum er til taks, meðan tey seinnu royna at trýsta vísindini inn í sína trúgv. T.d. ásannaði Newton, at náttúran varð skipað við støði í skilvísum náttúrulógum. Hann kundi tí illa fáa tríeindarlæruna, sum leggur upp til, at Gud leggur seg út í heimsins gongd, at samsvara við visindini. Tíbetur valdi Newton at halda fast við náttúrulógirnar og royndi at laga sína trúgv til vísindini – og ikki øvugt. Hann valdi vísindini og gjørdi upp við tríeindarlæruna. Gudfrøðiliga sæð hevur Newton neyvan givið heiminum nakað, sum tað er vert at samla uppá, men tíbetur valdi hann at laga sína trúgv til síni máttmiklu ástøði. Hevði Newton gjørt tað øvugta, sum m.a. dagsins kreationistar gera, so høvdu vit ikki havt nakað at takka honum fyri. Newton tænti samfelagnum júst tí, at hann ikki lat sína gudstrúgv avmarkað vísindini.

Tað er tílíkt dirvi, ið hevur gjørt vísindini leys av átrúnaðarligum lærusetningum, ið hevur verið treytin undir øllum samfelagsligum framburði í vesturheiminum tey seinastu 400 árini. VL tykist hinvegin halda, at tað er eitt tekin um ótolsemi ella beinleiðis harðræði, um ein skúlanæmingur, sum sigur jørðina vera 6000 ár og ikki 4,5 milliardir ára gamla, ikki verður viðurkendur fyri sítt sjónarmiðið. Eg gangi út frá, at flest øll onnur munnu vera samd um, at skúlanæmingar skulu upplýsast um tað, sum rætt er og ikki bara sleppa at varðveita mótprógvaða vitan. Tað undrar meg hinvegin ikki so lítið, at VL tykist hava stóra virðing fyri vísindamanninum Isaac Newton, sum í navninum á vísindini gjørdi upp við tann grundleggjandi kristna lærusetningin um tríeindarlæruna. Isaac Newton, sum var arianari, hevði óivað verið eins háðaður sum Charles Darwin verður av nógvum kristnum í dagsins Føroyum - um tey væl at merkja vistu, hvat hann átrúnaðarliga sæð stóð fyri.

Her havi eg illgruna um, at VL breggjar sær av Newton, uttan at vita, hvat hann trúði.

Kierkegaard
Tað undrar meg eisini stórliga, at VL, sum í sínum høpisleysa stríði fyri at tillátursgera menningarlæruna og fyri at gera skapanarlæruna vísindaliga, nýtir danska heimspekingin Søren Kierkegaard sum stuðul fyri sínum sjónarmiði. Hevði VL kent sín Kierkegaard, so hevði hann vitað, at Kierkegaard man vera millum størstu forsprákarar fyri, at trúgv er nakað subjektivt, sum ikki kann testast vísindaliga. Í “Afsluttende uvidenskablig Efterskrift” skrivaði Kierkegaard, at: “Kann eg objektivt fata Gud, so trúgvi eg ikki, men júst tí, at eg ikki kann tað, noyðist eg at trúgva”. Tekur VL sín Kierkegaard í álvara, so átti hann at fegnast um, at allar tær lærur, sum eru skaptar við tí fyri eyga at gera Gud vísindaligan, t.e. skapanarlæran og ID, eru dømdar at vera óvísindaligar – t.e. subjektivar.

Men tað er sjálvandi nógv truplari at skilja Søren Kierkegaard enn mínar banalu greinar.

Tað er vón fyri framman
VL kann sjálvandi leika í sum hann vil og kalla heimsins mætastu vísindafólk bæði líkt og ólíkt, men hann hevur bara tann trupulleika, at meðan tað finst ein ørgrynna av hollari vísindaligari gransking, sum stuðlar undir menningarlæruna, so finst ikki ein vísindalig grein (ikki ein), sum stuðlar undir skapanarlæruna ella ID (2005). Tvørturímóti hava hesar báðar seinastu lærurnar dóm fyri ikki at vera vísindaligar. Sum eg vísti á í greinini í Dimmu 27. mars, so var tað heldur ikki neyðugt hjá dómstólinum í 2005 at fáa stuðul frá vísindafólki, sum tóku undir við menningarlæruni, fyri at fella dóm yvir skapanarlæruna og intelligent design, sum konspiratiónsástøðið hjá VL og amerikansku kreationistunum leggur upp til. Intelligent design fólkini, m.a. teirra fremsti serfrøðingur, Michael Behe, megnaðu sjálvi at sannføra dómstólin um, at skapanarlæran og intelligent design einki hava við vísindi at gera. Svarið hjá VL til hesar sannroyndirnar er, at talan er um eina heimsumfatandi “konspiratión”, sum hevur verið fjald fyri fólki tey seinastu í 150 árini.

Tað tykist sostatt vera vón fyri framman hjá fólki, sum halda, at skapanarlæran og ID eru vísindalig ástøði. VL er saman við fólki, sum eru deyð fyri upp til meira enn 100 árum síðan (Spencer, Mivart, Etheridge, Keith, Burroughs, Chain, Matthews og Fleischmann), verkfrøðingum (Holroyd), starvsfólki á amerikanska kjarnorkustovninum (Tahmisian), einum flúgvaraverkfrøðingi (Sunderland) og einum prædikumanni (Kennedy) farin undir at avdúka hesa heimsumfatandi konspirationina, t.e. lygnina um menningarlæruna, sum tað hevur eydnast í hundratúsundavís av høgt virdum vísindafólkum úr øllum heiminum saman við allari tí amerikansku rættarskipanini at fjala fyri almenninginum í eini 150 ár.

Tað er bara spell, at VL ikki gevur fólki nakra grund til at halda, at hann endurgevur tað rætt, sum onnur hava sagt og meint. Tí tað verður ikki lætt hjá VL at vinna hetta stríðið. Í tíðarritinum Augustus (mars 2009), sum lærdi háskúlin í Århus gevur út, sigur ein av teimum fremstu donsku serfrøðingunum í menningarlæruni, Peter C. Kjærgaard: “Vit tosa væl at merkja um menningarástøðið, sum var tað eitt ástøði á jøvnum føti við onnur ástøði um lívsins uppruna og menning, men ástøðið hjá Darwin er tað einasta ástøðið, sum er grundað á túsindavís av vísindaligum sannroyndum. Evolutiónin er ein sannroynd á jøvnum føti við tyngdarmegina, jarðskjálvta, magnetismu, elektrisitet, dna og skattir”. Peter C. Kjærgaard o.a. lata als ongan ivi leka út til almenningin. Tær konspiratorisku kreftirnar, sum verja menningarlæruna, tykjast vera so máttmiklar, at heldur ikki útbúgvin ID fólk, m.a. lívfrøðingurin Michael Behe, megna at avdúka sannleikan handan lygnina.

Í Føroyum eiga vit kanska at vera stolt av, at vit eiga fólk, sum hava dirvi til at royna at avdúka ta stóru samansvørjingina. Ella kanska eiga vit at siga við VL: Gevst! - fyri Guds og tínar egnu sakir - gevst! Sjálvur takið eg fult út undir við tí seinna - fyri okkara sakir.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…