Lýsing
Lýsing

Tá sannleikan noyðist at víkja fyri persónligari trúgv

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.04.2009 - 22:57 Eldri tíðindi

“Bar nakar mær prógvið fyri, at sannleikin um lív okkara ikki er í Kristi, og var sannleikin ikki í royndum hjá Kristi, so vildi eg heldur verið við Kristi enn við sannleikanum” Fjodor M. Dostojevskij

Hans Andrias Sølvará

Menningarlæran og lívsins uppruni
Tá eg í viðmerking til Victor á Lakjuni (VL) 15. apríl loyvdi mær at peika á ta sannroynd, at Charles Darwin skilti ímillum spurningarnar um lívsins uppruna og upprunan til artirnar, leggur VL heilt óskiljandi eftir mær fyri at hava nevnt hetta skilagóða uppbýtið í “Origen of the Species”. Grundgevingin er, at: “Hetta er í mínum hugaheimi bagvendur retorikkur, ja, tað ið verri er: Hetta er beinleiðis at villleiða og at tvætla” (sitat VL). Mínir førleikar røkka ikki uppá hetta argumentatiónsstøðið, men kanska megna onnur at fylgja VL. Heilt margháttligt verður tað, tá VL seinni staðfestir, at: “Prógvini fyri at lívið ongantíð kemur frá ikki-livandi evnum, eru í slíkari yvirflóð, at hetta er sjálvur hornasteinurin í vísindini, tað verður kallað: MEGINREGLAN í BIOGENESIS (livandi lutir koma bert frá livandi lutum)” (sitat VL). Nú tykist VL samdur í “tvætlinum” hjá Charles Darwin - t.e. at tað er ein grundleggjandi munur millum upprunan til lívið (sum noyðist at vera komið frá ólívrunnum evnum) og upprunan til artirnar (sum bara er lívið sjálvt, sum broytist/mennist). Tað er júst hetta, sum Charles Darwin rør fram undir.

Tað margháttligasta við svarinum hjá VL er tó, at hóast eg í greinini einans vardi menningarlæruna, og enntá vísti á, at Charles Darwin ikki útihýsti einum skapara í sambandi við lívsins uppruna, so svarar VL sum eitt óløgi við at halda uppá, at lívsins uppruni treytar ein intelligentan skapara!? Hvat hetta hevur við mína grein at gera skilji eg ikki, men VL átti at havt lært, at tað ber ikki til positivt at prógva sannleikan av nøkrum samansettum uppáhaldum uttanfyri ta reinu og empiriskt sæð tómu støddfrøðina. Í tí empirisku vísindini ber einans til at seta fram falsifiserbar (t.e. empirisk testbar) ástøði um ymisk samansett fyribrigdi, sum antin verða mótprógvað (t.e. falsifiserað) og falla burtur ella eisini verða tey ikki falsifiserað og liva víðari. Tá VL við einum puslispæli við dagsins aminosýrum, sum ógildir allar tær broytingar aminosýrurnar kunnu verða farnar ígjøgnum tær seinastu 3-4 milliardir árini, heldur seg positivt hava prógvað, at lívið ómøguligt kann vera uppstaðið nátúrliga, so sigur tað einans nakað um, at hann (ella hansara heimildir) mangla bæði forvitni og førleika til síggja fram um egna nøs. Tann fremsti talsmaðurin fyri intelligent design, Michael Behe, segði í 1996, at vísindini fóru ongantíð at finna eina evolutionera loysn uppá immunskipanina. Í 2005 varð Michael Behe presenteraður fyri 58 vísindaligum (peer-reviewed) útgávum, 9 bókum og fleiri kapitlum í lærubókum, sum snúðu seg um menningina áv immunskipanini. Sjálvandi vóru tað ikki Michael Behe og hansara líkar, sum høvdu avdúkað skipanina. Verri er, at loysnin hjá VL, sum sipar til ein metafysiskan designara, als ikki er falsifiserbar (testbar).

Tíbetur lurta vísindafólk ikki eftir persónum, sum seta fram tílík óvísindalig (t.e. ótestbar) uppáhald (heldur ikki um teir eita Darwin). Spurningurin um lívsins uppruna, sum einki hevur við menningarlæruna at gera (menningarlæran treytar lívið - t.e. verur sum kunnu formera seg) er trupul, men tað eru í dag so nógvar deilfrágreiðingar tøkar, t.d. um upprunan til fotosyntesuna, at “teir flestu biofysikarar meina, at tað er ein spurningur um tíð” (Christensen: Darwin eller intelligent design, 2007, síðu 90). Ella sum Wikipedia upplýsir: “Some facts about the origin of life are well understood, others are still the subject of current research”. Biofysikarar fara valla at leggja árarnar inn tí VL við einum puslispæli heldur seg hava prógvað, at teir írestandi trupulleikarnir bara eru óloysiligur.

Intelligent design og vísindi
Tey, sum halda, at intelligent design er eitt vísindaligt ástøði, kunnu hinvegin gott leggja árarnar inn. “Vísindafólkini”, sum VL sipar til í greinini uttan ávísing til nakran persón yvirhøvur, kunnu illa takast í álvara: “Av tí at eingin maskina eksisterar, sum ikki hevur ein klókan uppfinnara, so eru PRÓGVINI uppaftur størri, at hvør einstøk “kyknumaskina” hevur ein Intelligentan Skapara. Hetta vita allir sannir vísindamenn”. Tað eru so nógvir feilir í hesi eini grundgevingini, at tað kundi verið VL, sum eigur øll orðini. Eg dugi ikki at ímynda mær, at hann hevur orðini frá serfrøðingum á økinum. Her er ikki talan um spildirnýggja vísindi, men um uppáhald, sum eru beinleiðis óvísindalig.

Lat meg fyrst sláa fast, at tað finnast eingi sonn vísindafólk, sum tá ið tey møta einum trupulleika staðfesta, at her kann einans vera talan um eina guddómliga frágreiðing. Við einum paradoksi ber til at siga, at høvdu vísindafólk góðtikið tílíkar guddómligar frágreiðingar, so høvdu tey als ikki verið vísindafólk. Einki vísindaligt frambrot hevði nakrantíð vunnið frama, um so var, at vísindafólkini ákallaðu Gud hvørja ferð tey komu á okkurt fyribrigdi í náttúruni, sum tey ikki skiltu. Tað er intelligent design forsprákarin Michael Behe eitt talandi dømi um. Trupulleikar eru avbjóðingar hjá øllum sonnum vísindafólkunum, og ikki nakað, sum skal konserverast í einum gudfrøðiligan potti. Stór vísindafólk eru júst stór tí tey ikki góðtaga tílíkt intellektuelt máttloysi, men áhaldandi leita víðari eftir eini veruligari frágreiðing. Tí minnast vit tann sanna og stóra vísindamannin Charles Darwin, men hava gloymt allar beinagrindirnar, sum VL nevnir.

Hartil kemur, at “grundgevingarnar” fyri einum intelligentum designara, sum VL sipar til, hava einki við testbara vísindi at gera. Tað ber til at testa empirisk uppáhald um, at lívfrøðiligar skipanir eru mentar gjøgnum nátúrligt úrval, men tað ber ikki til at testa metafysisk uppáhald um, at ein Gud (intelligentur skapari) hevur designað alt lív á jørð. Tað ber til at testa empirisk uppáhald um, at maskinur verða designaðar av fólki, men tað ber ikki til at testa metafysisk uppáhald um, at kyknur hava ein guddómligan designara. Tann fremsti serfrøðingurin innan intelligent design, Michael Behe, viðgekk í rættinum í USA í 2005, at fyri at fáa intelligent design góðkent sum vísindaligt ástøði noyddist hugtakið ástøði at toyggjast so nógv, at tað eisini kom at fevna um astrologi. Tað sigur nakað um, hvussu lítið grundarlagið er undir intelligent design – og ikki minst, hvussu vandamikið tað hevði verið at fingið eina tílíka “trúgv” inn um tað trongu vísindagottina.

Hetta slagið av grundgevingum (t.e. analogigrundgevingar fyri intelligent design, sum siga, at av tí at maskinur hava ein designara, so hava eisini lívfrøðiligar skipanir ein designara), sum øll sonn vísindafólk sambært VL nýta, vóru annars riknar aftur av skotska heimspekinginum David Hume (1711-1776) longu í 1750 – løgi nokk umleið 50 ár áðrenn intelligent design argumentið veruliga varð sett fram av William Paley (1743-1805). William Paley helt uppá, at eins og tá vit síggja eitt ur alt fyri eitt útleiða, at onkur hevur designað tað, soleiðis útleiða vit eisini alt fyri eitt, at onkur (Gud) hevur designað lívfrøðiligar skipanir. Tá vit útleiða ein designara við støði í urinum, so noyðast vit eisini at útleiða ein designara við støði í lívfrøðiligum skipanum. Trupulleikin hjá William Paley er, at hevði hann m.a. havt lisið “Dialouges concerning Natural Religion” (útgivin í 1779) hjá David Hume, so hevði hann vitað, at samanberingin ikki heldur. David Hume vísti í 1750 á, at vit útleiða ikki designaran einans við støði í sjálvum urinum, sum William Paley í 1802 vildi vera við. Vit útleiða fyrst og fremst designaran tí vit longu frammanundan av drúgvum royndum vita, at ur eru designaði. Nakra tílíka empiriska vitan um ein designara hava vit onga atgongd til, tá tað snyr seg um lívfrøðiligar skipanir. Vit hava onga empiriska vitan, sum kann siga nakað um, at lívfrøðiligar skipanir (eins og ur har vit hava holla empiriska vitan) eru skaptar av einum designara. Tosa vit um tann metafysiska designaran hjá VL, so fáa vit heldur ongantíð nakra tílíka empiriska vitan.

David Hume peikar harumframt á, at høvdu vit kortini góðtikið analogigrundgevingina hjá m.a. William Paley og VL (sum altso ikki røkkur til at sannføra nakran, sum kennir eitt sindur til vísindaástøði), so áttu vit at komið til eina heilt aðra niðurstøðu enn hana, sum William Paley og VL koma til. Tað er ein sannroynd, at nærum eingin maskina er til, sum bara hevur ein designara. Flest allar maskinur eru mentar yvir long tíðarskeið, sum eisini hava fevnt um tann samlaða førleikan hjá eini rúgvu av menniskjum, har ein hópur av smáum tillagingum eru gjørdar, harav tær flestu miseydnaðust og ikki vunnu frama. Tey menniskju, sum mentu tey fyribrigdi, sum seinni gjørdust partar av eini maskinu, t.d. einum uri, høvdu heldur ongar ætlanir um at uppfinna eitt ur. Stál, tannhjól, glas o.m.a., sum finst í einum uri, vórðu ikki skapt við tí fyri eyga at designa eitt ur, men við tíðini varð urið ment við støði í eini ørgrynnu av uppfinnilsum, sum vóru við hondina. Tað ber ikki til at peika á nakran serstakan designara, men eina røð av smáum tillagingum, sum at enda komu at menna urið. Analogigrundgevingin hjá VL røkkur sum nevnt ikki til at siga nakað vísindaligt (t.e. falsifiserbart) um ein møguligan metafysiskan designara, men tað stuttliga er, at verður hon kortini tikin í álvara, so leggur hon greitt upp til fleirgudalæru.

Tað er áhugavert, at mekanismurnar í menningarlæruni, t.d. nátúrligt úrval, virka á ein líknandi hátt – gjøgnum smáar tillagingar og burturbeining av feilum. Tað er ikki minni áhugavert, at tað júst var við støði í tílíkum “intelligent design grundgevingum” (sum altso ikki eru serliga intelligentar), at amerikanski dómstólurin í 2005 (enntá við einum konservativum dómara, sum George Bush hevði sett) feldi tann endaliga dómin yvir intelligent design: at sjónarmiðið er óvísindaligt, rætt og slætt trúgv. Tað metafysiska uppáhaldið um, at Gud hevur designað lívfrøðiligar skipanir, kann sum nevnt ikki testast/falsifiserast, men uppáhald um, at tað finnast samansettar skipanir í náttúruni (t.d. kyknan ella tann nógv umrøddi flagellmotorurin í kyknuni), sum ikki kunnu vera skaptar stigvíst gjøgnum nátúrligt úrval, eru falsifiserað. ID fólkini halda uppá, at lívfrøðiligar skipanir, t.d. flagellmotorurin í kyknuni, eru so samansettar, at verður bara ein “deilur” av teimum tikin burtur, so virka tær ikki. Hetta nevna tey “irreduserbarur kompleksitetur í lívfrøðini”. V.ø.o er flagellmotorurin so samansettur, at hann ikki kann verða skaptur stig fyri stig, sum menningarlæran leggur upp til, men hann noyðist at vera skaptur av einum designara, sum visti, hvat hann ætlaði at skapa. Hetta er bara ikki rætt. Vísindafólk vita, at m.a. flagellmotorurin í kyknuni kann virkað við bara 30% av deilunum. Tað sama er galdandi við øllum øðrum dømum, sum ID fólkini eru komin við. Hesar sannroyndirnar samsvara heilt við forsagnir í menningarlæruni um smáar tillagingar til ymiskar uppgávur yvir tíð, men tær eru beinleiðis í stríð við ID uppáhald um “irreduserbaran kompleksitet”.

Tað er her avgerandi at vísa á, at tað eru grundleggjandi munir millum maskinur, t.d. ur, og lívfrøðiligar skipanir, sum á ongan hátt tala til fyrimum fyri intelligent design. Tað finnast nógvir mátar at gera ur uppá, men tey eru øll gjørd við tí “endamáli” at fylgja tíðini. Teir einstøku deilirnir hava eina heilt ávísa uppgávu í mun til hetta “endamálið”. Í sjálvum sær eru deilirnir “non-funktionellir”. Tí er tað hóast alt upplagt at halda, at ur eru sett saman av intelligentum verum við tí “endamálið” at halda skil á tíðini. Í tí lívfrøðiliga heiminum er heilt øðrvísi. Har kunnu teir somu “deilirnir” hava ymiskar uppgávur. Teir eru ikki designaðir til eitt ávíst “endamál” í eini heilt ávísari lívfrøðiligari organismu, men hava laga seg til ymiskar uppgávur í ymiskum lívfrøðiligum organismum - í fullum samsvari við tað, sum átti at hent sambært menningarlæruni. Heldur enn at vera “non-funktionellir” í sjálvum sær eru deilirnir júst “multi-funktionellir”. Tað er einans tá tað verður sett sum ein treyt, at ein ávísur “deilur” (t.d. kyknan, flagellan ella proteinið) bert hevur eitt framanundan givið “endamál” í ávísum livandi organismum (eins og tað er við mannaskaptum maskinum), at intelligent design frágreiðingarnar gerast aktuellar. Hvussu ber tað til, at proteinið rakti júst hasa uppgávuna?, spyrja intelligent design fólkini ofta rættiliga naivt. Men soleiðis er tann lívfrøðiligi heimurin bara ikki innrættaður. Her er ikki talan um banal og tíðarleys puslispøl, har ævigir og frammanundan designaðir “deilir” skulu fáast at passa inn í eina æviga og frammanundan “designaða” mynd, eins og intelligent design fólkini og VL halda, men teir ymisku “deilirnir” hava ment seg frá at hava ávísar uppgávur í summum lívfrøðiligum skipanum til at fáa aðrar uppgávur við í øðrum lívfrøðiligum skipanum – júst sum menningarlæran leggur upp til og beinleiðis í stríð við uppáhald hjá intelligent design um “irreduserbaran kompleksitet” (hetta er óivað eisini galdandi fyri dagsins aminosýrur). Evolutiónin arbeiðir júst við endurnýtslu og rekombinatión av gomlum lívfrøðiligum skipanum: bricolage ella “de forhændenværende søms prinsip”. Her er talan um eitt grundleggjandi fyribrigdi í lívfrøðiligum skipanum, lívfrøðingar kalla tað “multi-adaptivitet”, sum skilir tær frá mannaskaptum maskinum.

Tað ber v.ø.o. ikki til at siga nakað um, at lívfrøðiligar skipanir eru designaðar av Gudi við støði í tí, at maskinur eru designaðar. Tvørturímóti er hendan “grundgevingin” hjá VL, sum er endurgivin fyrst í greinini, ein betri “grundgeving” fyri menningarlæruni. Tey ónavngivnu “vísindafólkini”, sum VL sipar til, hava eftir øllum at døma ikki lagt merki til, at analogigrundgevingarnar fyri intelligent design vóru riknar aftur av David Hume í 1750. VL heldur jú uppá, at “allir sannir vísindamenn” vita, at kyknan eins og maskinur treyta ein intelligentan designara. Tað hevði verið gott at vita, hvaðani VL hevur hetta. Tí hesir “vísindamenn” tykjast heldur ikki kenna tað grundleggjandi lívfrøðiliga fyribrigdi “multi-adaptivitet”, sum sannførandi rekur aftur seinastu leivdirnar av ID uppáhaldunum.

Niðurstøðan er, at meðan tað er ein sannroynd, at maskinur eru designaðar av menniskjum, tær hava onga fossilsøgu og kunnu ikki reprodusera seg sjálvar í kapping við aðrar maskinur, so reprodusera lívfrøðiligar skipanir seg sjálvar í kapping við aðrar lívfrøðiligar skipanir og hava eina milliardir ár langa fossilsøgu, sum empiriskt staðfestir, at lívið hevur broytt seg yvir milliardir av árum. Evolutiónsástøðið knýtir saman alla ta empirisku vitan, sum vit hava um evnið og greiður frá, hvussu evolutiónin er farin fram.

Hetta máttmikla ástøðið telist enn millum tey mest sannførandi, sum heimurin eigur.

Tá sannleikin má víkja fyri trúgv
Tað tykist eisini sum VL heldur, at stríðið einans kann vinnast við at siga ósannindi. VL heldur t.d. fyri 2. ferð uppá, at eg sambært honum skal hava skrivað: “(At Gud), sum tó man vera avmarkaður til mekanismur í menningarlæruni.” VL veit eins og øll onnur, sum hava lisið mína grein í Dimmu 27. mars, at eg ongastaðni havi skrivað hetta, sum VL endurgevur meg fyri at hava sagt í byrjanini av sínum svari. Eg havi fyrr rættleitt VL viðvíkjandi hesi lygnini, men fái bara aftur at vita, at eg havi sagt hetta – hóast tað av VL falsaða “sitatið” hesaferð sær nakað øðrvísi út enn fyrru ferð. Bæði “sitatini” eru falsaði.

VL hevur prógvað, at hann er so sannførdur í trúnni, at hann heldur vil siga ósatt um m.a. meg enn viðganga, at hann hevur tikið feil. VL hevur eisini í tveimum førum lagt Karl Popper undir at hava sjónarmið, sum hann ikki hevur - enntá eftir at eg tvær ferðir hevði víst á, at hetta ikki var rætt. Eg helt í mínum einfalda kristna sinni, at tá 9. boð áleggur kristnum ikki at bera rangan vitnisburð, so eiga tey heldur ikki at gera tað. Nú spyrji eg meg sjálvan, um VL man hava fest onnur ósannindi á blað, tá hann uttan ávísing m.a. sipar til intelligent design sjónarmið, sum hann sigur “allir sannir vísindamenn” hava!? Tí sum eg vísti á í grein í Dimmu 27. mars, so hava at kalla øll vísindafólk vent ID bakið. Brian Alters professari, sum er serfrøðingur í “kreationismu menningarlæru stríðnum” segði í juli í 2006, at “99,9% av vísindafólkunum góðtaka evolutiónina”. Onkur lýgur.

Sjálvur kenni eg meg sum Dante við inngongdina til helviti: “Lad Alt Håb Fare, I Der Her Går Ind”. Um sannleikin má víkja fyri persónligari trúgv, so er einki kjak møguligt, men tað er mín vón, at VL fer at fáa rætt í einum: at sannleikin altíð fer at sigra á lygnini.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…