Lýsing
Lýsing
Lýsing

Krabbameinsfelagið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.05.2009 - 15:39 Eldri tíðindi

hevur tikið stig til eina landsumfatandi innsavning 31. okotber í ár

til frama fyri trý høvuðsumráðir, ið felagið metir átrokandi og viðkomandi at raðfesta: 

1) Fyribyrging & upplýsing 

2) Gransking 

3) Sjúklingastuðul 

Samstarv er fingið í lag við Kringvarp Føroya um at senda beinleiðis frá tiltakinum 31. oktober og við Norðurlandahúsið, sum verður karmur um tiltakið/sendingina. Sendingin verður eitt vælumhugsað bland av redaktionellum tilfari um krabbamein, søgur úr veruliga lívinum, tónlistarlig/listarlig innsløg, uppboðssølu og kappingar, prát úr salinum og so uppsamling av innkomna stuðlinum. 

Fyrireikararnir meta, at hetta er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum, feløgum og einstaklingum at taka lut í og stuðla tí áhaldandi arbeiðnum fyri at fyribyrgja krabbamein í Føroyum. Á hvørjum ári fáa uml. 200 føroyingar staðfest krabbamein, og tískil er hetta eitt evnið, ið viðkemur okkum øllum. Við innsavningini verður so høvi hjá hvørjum einstakum at taka lut í stríðnum móti krabbameini. 

Fleiri aðrar góðar orsøkir eru fyri at verða partur av hesum tiltakinum:
1) Talan er um eitt 100% føroyskt felag 

2) Talan er um eitt vælgerandi endamál, sum kemur øllum føroyingum til góða 

3) Talan er um eina sjúku, sum allir føroyingar kenna til og kunnu fyrihalda seg til 

4) Talan er um eitt 100% føroyskt tiltak 

5) Talan er um eina pilotverkætlan, sum, um hon eydnast væl, kann brúkast sum ein skabelón fyri eina slíka landsinnsavning, har øll vælgerandi áhugafeløg kunnu verða partar
Við innsavningini verður so høvi hjá hvørjum einstakum at taka lut í stríðnum móti krabbameini soleiðis at størri orka kann nýtast til at fyribyrgja og granska, og veita stuðul til tey, ið gerast sjúk. 

Um tað eru fyritøkur, feløg og einstaklingar, ið hava hugskot til, hvussu tey kunnu taka lut ella stuðla, so ber til at venda sær til Urd Johannesen, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, sum samskipar tiltakið. 

Krabbameinsfelagið
Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur