Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tíðindaskriv: Umhvørvisstovan: Skógir hava jaligt árin á fólkaheilsuna

SKRIVAÐ: (Norðlýsið - Tíðindi)  |  14.08.2009 - 15:31 Eldri tíðindi

Seinastu árini hava fleiri og fleiri yrkisgreinar víst áhuga fyri spurninginum um jaliga árinið, ið skógir og líknandi frílendi sýnast at hava á fólkaheilsuna

Granskingarúrslit innan evnið í breiðum týdningi koma so við og við úr fleiri londum og innan fleiri yrkisgreinar, eins og evnið hevur stóran áhuga millum teirra, ið veita fígging til gransking. Úrslitini benda á tann bógvin, at uppihald í skógarvaksnum lendi, í parkum og gørðum og eisini samband við plantuvøkstur í nærumhvørvinum annars, hevur við sær munagott jaligt árin á fólkaheilsuna.

M.a. hava fleiri japansk granskaralið víst á beinleiðis heilsubót í samband við uppihald og upplivingar í skógarlendi, og í Danmark verður nú farið undir ein vísindaligan viðgerðarstovn fyri strongd í tí gamla træsavninum Arboretet i Hørsholm. Í seinastu útgávuni av virda tíðarritinum Scandinavian Journal of Forest Research skriva japanskir granskarar m.a. um hvussu stóran og jaligan mun, ið uppliving av skógarlendi vísti seg at hava á royndarfólkini sæð í mun til samsvarandi uppliving í býarumhvørvi, bæði við atliti til ávikavist mongdina av cortisol í spýttinum (mát fyri stress), diastolist blóðtrýst og pulsin. Eisini vísa teir á aðra japanska gransking, sum hevur prógvað munandi bøtt virkni fyri tær týdningarmiklu NK-kyknurnar (natural killer cells - ið hava stóran týdning í immunverjuni og at basa krabbakyknum) eftir uppihald í skógarøki í einans 2 dagar.

So eitt gott høvi til at stimbra sær heilsuna, og samstundis stytta sær stundir, er við at vitja í viðarlundunum kring landið í summar, og at hugna sær í urtagarðinum v.m.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…