Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Nýval, til hvørja nyttu?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  30.11.2017 - 00:45 Bloggur Tíðindi

Mong rópa eftir nývali, sum eina, ella einastu, loysn uppá núverandi trupuleikar í løgtinginum. Men, hvat nyttar tað, um valevnini verða tey somu sum í dag? Er tað ikki tað sama, sum at geva teimum somu fólkunum fýra árafturt at klandrast í?

Grundleggjandi spurningurin í samband við møguligar broytingar, er ikki fyrst og fremmst nýval, men upstillingarfundirnir, og spurningurin um hvørji ið eru før fyri at sita í einum lóggevandi landstingi, heldur enn í einum heimføðisligum bygdarráði, sum nu er!

Tí, heimføðisliga bygdaráðsmentanin ræður onkusvegna í løgtinginum, og nakrir av løgtingslimunum eru alls ikki mentir at grulva uppá eitt hægri støði. Tey skilagóðu (N.B.! eg segði ikki – tey lærdu!), men tey skilagóðu sleppa ikki frammat fyri bygdaráðsmentanini, tí heimføðingar vita ikki av at teir eru heimføðingar! Teir hava altíð rætt, og nýtast iki at ráðføra seg við onnur enn seg sjálvan.

Um vit skuldu sett fólk til at føra okkara bestu skip, so høvdu vit spurt um tey vóru før fyri at føra skip. Um vit skuldu sett ein skurðlækna á sjúkrahúsinum, so høvdu vit spurt um viðkomandi hevði førleikan.  Um tit sóðu undirritaða sita við róðrið í ferðaflogfarinum, tá tit vóru á veg umborð, so høvdu tit rýmt í land aftur!

Eiga vit onki krevja av førleikum hjá teimum, ið skulu stjórna einum hyperframmkomnum nútíðarsamfelag? Eg havi verið á nøkrum uppstillingarfundum, har var mangan langt millum visiónirnar og idealismurnar, og í heilatykið hugsjónir.

Gamlar hugsjónar um tjóskap, stættarstríð og kapitalismu versus sosialismu eiga ikki at verða gloymdar. Men, um hesi gerast undirstreymar av aggi, ið forða fyri rationellum hugsjónum og loysnum, so lat, fyri Guðs skyld, Trónd í Gøtu og Marx víkja fyri teimum nýggju avbjóðingunum, ið kannska ikki passa í onkra forna skuffu, men sum krevja at øll mørk innan vanahuksan verða sprongd, til fræma fyri teimum nýggju Føroyum.

Nógv er hent í Føroyum seinastu árini, so nógv at fleiri ikki fylgja við, ella skilja ikki at so er. Fyri 22/23 árum síðani var eg sum limur av Føroya Landsstýri nógv í Tórshavn, og tá var Havnin lítið annað enn ein yvirvaksin bygd. At ganga úr Tinganesi og gjøgnum Havnina á kvøldratíð,  var sum at fara gjøgnum ein spøkilsisbýð. Onkur vitjandi úr ríkisfelakssskapinum kallað Havnina fyri ”dødens pølse!”.

Í dag er Havnin ein metropolur! Ein altjóða høvusstaður! Heimurin er broyttur, Føroyar eru broyttar og altjóðagjørdar, men heimføðigarnir í løgtinginum hava ikki fatað tað. Her ræður bygdaráðsmentanin frammvegis, og kosmopolittanir í tinginum, noyðast manga - fyri semju/frið skyld - at gera honør fyri amerikanskari bíblusismu og gomlum bygda- og stættaraggi, fyri at yvirliva. Antin tí at tey ikki tora annað, ella tí tey ikki hava orku til tess.

Nei, loysnin á trupuleikunum í løgtinginum er ikki bara eitt nýval, men veruliga loysnin liggur í tí, at búgvin fólk sleppa frammat í tinginum, fólk við hugflogi, fólk við hugsjónum, evnum, vilja og førleikum, og fólk sum eru føroyingar heldur enn bara sumbingar, havnafólk ella fugloyingar.

Inntil tann dagin føroyingar fara at taka uppstillingarfundir í stórsta álvara, og ikki bara lata uppstillingina í hendurnar á ymiskum heimføðingum og sjálvsáhugamálum, fæst ongin loysn á trupuleikunum á Føroya Løgtingi!

Professionellar loysnir á løgtingi eru treytaðar av professtionellum úrvali av professionellum valevnum.  Dugnaskapur er ein fortreyt fyri frammburði!  Eisini í Føroyum. Nýtt vín á nýggjar leðurfløskmur!

So er tað sjálvandi spurningurin, um fólkatilfeingið í Føroyum er ov lítið til at manna eitt úrvalslið av politikarum. Summi siga, at so er – men, her eri eg alls ikki samdur! Tað er ríkiligt til av skilagóðum fólki í Føroyum, av øllum stættum. Men, onkusvegna endurspeglast tey bara ikki í løgtingsmanningini! Og orsøkin er helst hon, at flokkanir eru ikki nóg dugnaligir til at velja tey bestu fólkini til valevnir. Í staðin fyri at leita eftir og menna tey best egnaðu valevnini,  sleppa tilvildin og, framum alt, lokal áhugamál at ráða! Hesi kunnu kannska teljast aftur í atkvøðum - men, tey eru onki garanti fyri skinsomum viðgerðum og skilagóðum loysnum!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Sólfinn Hansen
cand.mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 og starvast í løtuni á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er eisini limur í Málráðnum.

Mimmy Vágsheyg
Íverkseti

Mimmy Vágsheyg er fødd í 1980 og uppvaksin á Lítlu Brekku í Klaksvík. Miðlingur av trimum systrum. Ein rokalig smágenta við stórum krúllutum hári - hon sum rann, súklaði og tuskaði við dreinginum frá morgun til kvøld. Hon lýsir seg sjálva sum mamma og leikandi venjari. Angrar bert tað hon ikki fekk gjørt. Hon siterar ofta Astrid Lindgren - “Hatta havi eg ikki roynt fyrr, so tað dugi eg heilt vist!”. Orð sum “ógjørligt” finnast slet ikki í hennara verð - naïv og "Optimist by Choice". Pausa er eitt pitstop, til at kunna fyrireika segat kunna drøna avstað aftur.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Niels Pauli til Skála
Árliga jóla­konsertin í Christians­kirkjun…
“AKRABERG” kemur vøkur sjón
Fiski­vinnu­nýskipanin skapti øði í býarlí…
25 ár síðani tyrluvanlukkuna á Borðoyarv…
Team Klaksvík tapti
Ein vakur dagur
Erling spælir - fyribils - ikki í 2018
Fiskavirksemi vælkomið á Vestaru bryggju
Føroya Pedagog­felag herðir verkfallið fr…
Fráboðaða verkfallið hjá Føroya Pedagogf…
Fráboðan: Fasti Gerðarrættur
Mjølnir í hálvfinaluni
Síðsti dystur hjá Team Klaksvík í 2017
Betri og FSF gjørt umfatandi stuðulsavta…
Fjøruvegu­rin á løgtings­fíggjarlóg­ini 201…
At yvirliva í Eysturoynni
Uppskotið um stjórnar­skipan er merkt av…
Treysti boðar frá NISSURENNING leygardag…
Vatnverk í Æðuvík
Lýsing