Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri stuðlar Team Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.11.2017 - 22:57 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Samstarvssáttmáli er nú undirskrivaður millum Betri og Team Klaksvík

Team Klaksvík hevur gjørt samstarvssáttmála við Betri um at stuðla besta liðinum og ungdómsdeildini hjá Felagnum.

Helena Kallsberg, forkvinna í Team Klaksvík og Margareth Djurhuus, leiðari í Betri í Klaksvík, skrivaðu undir sáttmálan.

Helena Kallsberg sigur, at hon fegnast um samstarvið við Betri. “Stuðulin gevur okkum møguleika at arbeiða víðari og menna okkara 11 ára gamla felag, og fegnast vit um, at Tryggingarfelagið hevur verið við øll árini og at Betri nú heldur fram við at stuðla.

Hesi seinni árini hevur Team Klaksvík havt størri fokus á ungdómsdeildunum, og í tí sambandinum hevur felagið nú eisini sett ein fulltíðarvenjara til ungdsómsarbeiðið, og síggja vit longu nú, at ungdómurin hjá okkum ger stór lop í at menna seg, og fleiri leggjast til.

Team Klaksvík er av teirri fatan, at tað framhaldandi hevur týdning, at Norðoyggjar hava eitt gott og mennandi tilboð til ungar menn og dreingir at íðka hondbólt, og verður áhaldandi arbeitt við at fáa fleiri og fleiri dreingir at íðka hondbólt.

Hondbóltur er ein liðítróttur, og vit fegnast um, at Betri aftur í ár eru á liðnum hjá okkum”.

Margareth Djurhuus, leiðari í Klaksvík “Vit hava millum annað sum endamál at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Eisini ynskja vit at vera við til at betra um møguleikarnar hjá ungdóminum í nærumhvørvinum. Við at stuðla hondbóltinum í Norðoyggjum kunnu vit vera við til at betra um møguleikarnar fyri menning og tryggja góðar umstøður fyri hondbóltsítróttina í Norðoyggjum; hetta fegnast vit um. Team Klaksvík er eitt ungt felag, í stórari menning; m.a. liggur mannsliðið í oddinum í inniverandi kapping í FTZ deildini. Felagið ger eisini eitt stórt arbeið fyri at fáa tey ungu við. Hetta er tískil ein góð íløga í framtíðina hjá felagnum, ið uttan iva framhaldandi fer at geva góð úrslit.”

Sáttmálin millum Betri og Team Klaksvík er galdandi hondbóltsárið 2017/18 og 2018/19.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund