Lýsing
Lýsing
Á myndini síggja vit Silju Heðinsdóttir og Fríða Mørk Hentze saman við Petur Elias Petersen og Súnu Mørk.

Betri høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2017 - 09:23 Tíðindaskriv

Neistin hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri P/F fyri kappingarárini 2017-2018 og 2018-2019, har Betri verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum.

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931 og hevur um 300 limir, og 31 lið í kappingini komandi vetrarhálvu. Harafturat eru nógvir leikarar í 3-6 ára aldrinum, sum enn ikki eru í kappingum. Felagið hevur lið í øllum ungdómsdeildum umframt bestu deildini hjá monnum og kvinnum.

Súna Mørk, forkvinna í Neistanum sigur: “Neistin er stórt felag við nógvum evnaríkum leikarum. Vit eru sera fegin um stuðulin, sum ger tað møguligt at geva Neistaungdómi eitt mennandi læru umhvørvi. Neistin leggur stóran dent á ungdómsarbeiðið í felagnum og leggur nógva orku í, at umhvørvið, har tey ungu koma, er gott og at trivnaðurin er í hásæti.

Nógv børn og ung eru virkin í Neistanum, og hondbóltsligi felagsskapurin eggjar til rørslu og samanhald. Tí eru vit sera glað um at stuðulsavtalan við Betri ger, at Neistin framahaldandi kann styrkja aðalmálum felagsins.

 Petur Elias Petersen, leiðari í privatkundadeildini hjá Betri Trygging í Tórshavn sigur: “ Vit eru fegin um at stuðla ungdómsdeildini hjá Neistanum. Neistin hevur sera nógv lið í ungdómsdeildunum og nógvar evnaríkar leikarar, sum um nøkur ár helst fara at gera seg galdandi í bestu deildunum hjá Neistanum.

Hondbóltsítróttin er sera góð fyri ungdómin. Hon er m.a. við til at skapa karmar fyri sosialari samveru og samanhaldi hjá ungu leikarunum í Neistanum. Eisini er hondbóltsítróttin við til at styrkja um heilsuna hjá teimum ungu. Vit ynskja Neistanum eitt gott kappingarár og gleða okkum til samstarvið komandi tvey árini “

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…