Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit ynskja ikki lægri lønir

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.12.2017 - 08:44 Leiðarin Tíðindi

Nýggja fiskivinnuskipanin, sum er til viðgerar í løgtinginum, er størsta rán, sum heimastýri í Havn hevur framt, móti serliga norður-, eystur- og suðurøkinum í Føroya søgu.

Tá danskir embætis menn ráddu í Føroyum, vóru teir so frægir, at teir settu á stovn einahandil kring um í øllum landinum, og fingu sostat spreitt virksemi og tænastur kring alt landið.

Nú skal landskassin, sum uppiheldur øllum lívið í miðjuni á landinum, hava eina beinleiðis slangu úr suðurstreymi niður í kassan hjá hvørjum skipið, virkið og niður í lumman hjá hvørjum reiðara, dekkara, yvirmanni, flakakvinnu og arbeiðsmanni, sum arbeiða og virka uttanfyri miðøkið.

Hendan nýggja og snilda peninga innkrevjingar mekanisman hjá embætismannasoninum, Høgni Hoydal og krambakallinum, Poul Michelsen er so framkomin og fantastisk, at so at siga øll í suðurstreymi koma ikki at gjalda eitt klovið oyrað til skipanina. Men suðurstreymur fær harafturímóti fulla atgongd til skattalætta, sum chef-strategurin, Herman, longu hevur proklamera í almenna høvuðsstaðar málgagninum.

Aksel V. Johannesen, sum uttan samanbering er veikasti løgmaður í søguni, nevndi nú fyri kortum, at løgtingi átti kanska at sett eina kommunala útjavning í verk, eftir at nýskipanin av fiskivinnuni er samtykt???

Er tað virkuliga so galið at Føroya løgmaður, veruliga fyristillar sær, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi og Framsókn, eftir at hava drigið allan vinningin hjá fiskivinnuni til høvuðstaðin, og eftir at hesir flokkarnir burturav eru vornir miðstaðar og einvaldømis flokkar, fara at hjálpa Løgmanni, at flyta almenn arbeiðspláss úr Havnini ella leggja nýggjar almennar stovnar í Suðuroynni, Eysturoynni ella í Norðoyggjum???

Hvussu ofta skulu vit læta okkum tøla og lumpa av tómum politiskum lyftum?

Hví skullu vit hjálpa teimum, sum vilja leggja eykaskattir á fiskivinnuna, sum er tann einasti, sum skapar arbeiðspláss gjøgnum virksemi og avleitt virksemi og harvið baði beinleiðisog óbeinleiðis mennur virkismøguleikar, mentunnar- og andslív úti um landið?

Vit sum búgva úti um landi og ynskja framgongd, trivnað og menning fyri okkara øki, droyma eisini um eina bjarta og innihaldsríka framtíð fyri okkara børn. Vit ynskja at tey eins og forfedrar teirra skulu hava arbeiðspláss við avbjóðingum og góðum lønar og arbeiðsumstøðum, sum er grundarlagið undir framtíðar meningini av lokalsamfelagnum, eisini í norðoyggjum.

Tí má hendan ránsferðin, sum Høgni Hoydal og Poul Michelsen við teirra lærusveinum standa á odda fyri, steðgast her og nú.

At løgmaður sær millum fingrarnar við at ein landstýrismaður ætlar at leggja allan flotan á nýggjárinum fær hann ikki sín vilja og annar noktar blankt at fara til arbeiðis og umboða føroysk áhugamál í millumlanda samráðingum, vísir hvussu veikt og týdningarleyst løgmannsembæti er í dag.

Heimastýrisstættin, sum í dag situr tung á valdinum og sum livir av at fordeila uppgávur millum sín og byggja glæsborgir í høvuðstaðnum, má fáa greitt at vita, at meirilutin av føroyingum býr altso uttanfyri suðurstreymoy!! Og vit, sum eisini eru føroyingar, krevja frælsi til at virka og liva. Vit hava eisini krav uppá ein innihaldsríkan arbeiðsdag og eitt framkomið samfelag sum okkara børn og eftirkomarar vilja og hava møguleika at mennast og liva í.

Vit ynskja einar Føroyar, sum ikki múlabinda oksan, sum treskir!

Vit ynskja hægri - ikki lægri lønir - til okkum og okkara eftirkomarar!!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…