Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Um takt og tóna og demokrati

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  03.12.2017 - 21:17 Bloggur Tíðindi

Tær gomlu konurnar á Stongunum plagdu at siga um summi fólk, at tey ”dugdu ikki takt og tóna”, í týdninginum, tey ikki dugdu fólkaskikk, ella at tey ikki dugdu at lodda dýpi, ella stinga fingurin í jørðina.

Fyri nøkrum árum síðandi fingu vit eitt hugnaprát aftaná eina andakt á Sjúklingahotellinum her í Keypmannhavn. Kanska fortaldi eg onkra skrønu, tað veit eg ikki. Men, lagið var gott á øllum, fólk flentu, og ein eldri dáma segði knappliga við meg: Tú ert kannska ikki so súrur, sum tey siga!  Eg spurdi hana hvat hon meinti við. Hon svarðaði at tey søgdu, at eg var altíð so illur og súrur tá eg skrivaði í bløðunum!

So lærdi man tað!  At lesarin hevur hildið at tað sat ein súrur maður og skrivaði norðuri á Stongunum, í Vanløse ella nú, sum gamal maður á Frederiskberg. Men, soleiðis haldi eg ikki, at vit altíð eiga at skilja tey, ið koma við viðmerkingum í fjølmiðlunum. Endamálið er ikki fyrst og fremst at knarra, ella tí tey halda seg vita best, men heldur bara fyri at  koma við einum ískoyti til okkurt mál ella orðaskifti.

Alternativið er kanska at tiga, og onkuntíð kundi ein ynskt at man hevði tagt! Men, um øll tiga, og ongir vágar sær at siga nakað, so verða tað ókrútini, beistini ið vinna, tí tey tora og eru púra ósmæðin! Og hvør sigur at tey skulu hava einarætt í almenna orðaskiftinum?

Eg haldi at flestu seriøsu viðmerkjarar gera sínar viðmerkingar við eyðmýgd, við einum brosi á vørrrunum, og ikki bara fyri at loypa ella fyri at bróta niður, ella tí tey halda seg vera betur enn onnur.  Stundum gera tey tað eisini við  eitt sindur av rættvísum forargilsi – men, tað er helst onkuntið fyri neyðini!

”Den som tiger samtykker” – hettar eru av sonnum álvarsorð!  Og tað var millum annað soleiðis at Hitler fekk valdið á sinni. Tey øtaðust um málarasveinin frá Wien, tey flentu at tapuliga eysturríkska operasangaranum, og tey ræddust korpurálin, men fjøldin tagdi, og áðrenn tey vistu av hevði úlvurin fingið valdið! Soleiðis tulka týskarnir støðuna í dag, kanska var hon ørvísi tá, tað veit eg ikki.

Tað er kannska í so langt frá Týskalandi í tjúgunum og tretivunum og til Føroyar í dag – og, tó!  Prinsippið er tað sama. Uttan orðaskifti, uttan viðmerkingar og mótmælir, kunnu mál skjótt fara heilt av kósini. Og júst Týskland er dømi um, at tað kann eisini kosta at siga frá! Óupplýstar, tápuligar ella faktuelt skeivar viðmerkingar og fanatisk mótmælir kunnu sanniliga eisini gera stóran skaða.

Einasta bjargingin er í veruleikanum, eitt upplýst og sakligt orðaskifti, har fólk tora at vera ósamd og samstundis eru før fyri at virða hvønn annan. Tí, sum Hal Koch sigst at hava sagt: Demokrati er samtala.! Demokrati er ikki bara 17 atkvøður á tingi, men sanniliga eisini erligar, virðiligar og upplýstar samrøður og tjak. Fólkaræði er sinnarlag, og ikki bara meirilutaatkvøður. Demokrati er sanniliga eisini takt og tóni!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund