Lýsing
Lýsing
Lýsing
Signhild Joensen á Oyggjaleikunum 2017 | Mynd: Rannvá Sigfríðsdóttir

Signhild 28.75 og føroyskt juniormet í 50 rygg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2017 - 16:13 Ítrottur Tíðindi

Hetta hendi í gjár, tá ið tær kappaðust í finaluni í 50 metra ryggsvimjing, á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2017.

Heimasíðan svimjing.com upplýsir at Signhild Joensen úr Ægir svam teinin uppá 28.75 sekund, har Birita Debes átti føroyska juniormetið á 29.00 sekund, frá FM 2010.

Tað hevur annars gingið væl hjá Signhild. Undan juniormetinum hevur hon sett tvey føroysk met og eisini vunnið bronsu

Signhild Joensen megnaði tvær ferðir at seta føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, umframt at vinna sær norðurlendskt bronsuheiðursmerki á teininum, tá ið hendan kapping varð avgreidd nú á fyrsta degi av NM/NJM 2017 i Reykjavík.

Fyrst svam hon 1:00.91 í innleiðandi riðlunum um morgunin, til at kvalifisera seg til finaluna sama kvøld, og síðani betraði hon aftur um síni met til 1:00.50 í finaluni, sum rakk til bronsu í sera tættari kapping við donsku Sara Sylvest á 1:00.31 og Onnu Brandt Nielsen á 1:00.48.

Signhild átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 1:01:00, frá Ægir-stevnu í oktober mánaða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund