Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Benzin, franskbreyð og pylsur

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  04.12.2017 - 22:43 Bloggur Tíðindi

Í gomlum døgum, og nú tosa vit um heilt gamlar dagar, frá tíðini áðrenn internetið, bar til at parkera við eina benzinpumpu, og kassadaman kom út av støðini, og spurdi hvussu nógv hon skuldi fylla á tangan. Tá fekk man fullan tanga fyri hundrað krónur, og man rindaði við at rulla rútin niður og rætta henni ein hundraðkrónuseðil. Man fór bara inn á sjálva støðina, um man skuldi hava viskarar, oljufiltur ella perur til lyktirnar.

Tá í tíðini hevði man eisini pylsuvognar, sum tóku sær av øllum pylsurelateraðum. Tvær stoktar við øllum var klassikarin. Vildu vit hava eitt nýbakað breyð, fóru vit til bakaran. Har bar eisini til at keypa mjøl, mjólk og annað til at baka við sjálvi.

Í 1990’unum gekk alt av skriðuni. Landið fór á heysin, bankarnir eisini, og tað sama gjørdu fleiri bakarí og pylsuvognar. Benzinstøðirnar hóraðu undan, og onkur fekk tað fiksa hugskotið at samla alt undir einum taki. Nú skuldi benzin, bakstur og grillmatur kunna keypast á einum og sama staði, og benzinstøðin bleiv tí miðdepil fyri tí, man fyrr skuldi runt til fleiri ymisk støð til.

Nú 20 ár seinni kemur ongin út at fylla tær á tangan. Tú fyllir sjálv/ur á, og skalt so inn at gjalda. Har er vanliga bara ein kassadama, og hon skal spyrja kundan frammanundan, um hann vil hava ostapylsu, baconpylsu, vanliga pylsu ella beefdog. Síðani verður úrvalið av svansi at koyra í presenterað. Fronsk dressing, ketchup, salsa, guacamole ella remoulada. Kundin biður hana endurtaka úrvalið, og spyr so sjálvandi eftir onkrum slagi, tey ikki hava.

Tá man so endiliga sleppur framat og skal gjalda fyri benzinið, og hon spyr um nakað meira, so nyttar ikki at spyrja um eitt oljufiltur til ein Toyota Avensis. Benzinstøðirnar í dag hava nevniliga seks sløg av pylsum, men oljufiltur hava tey ikki havt síðani áðrenn kassadaman varð fødd.

Viskarabløð og perur hava støðirnar tó enn, um man annars kann finna tað aftanfyri mjøl, eplasekkir og Nøtte. Í einum aftursvari uppá hesa kappingina eru matvøruhandlarnir so farnir at stilla fleiri hektolitrar av sprinklaravesku við dyrnar, og tað er helst bara ein spurningur um tíð, til viskarar og perur eisini flyta yvir í supermarknaðirnar, samstundis sum benzinstøðirnar víðka sítt úrval við nýggjum, spennandi pylsuvariantum.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
cand.mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 og starvast á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Sólfinn Hansen
cand.mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 og starvast á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Mimmy Vágsheyg
Íverkseti

Mimmy Vágsheyg er fødd í 1980 og uppvaksin á Lítlu Brekku í Klaksvík. Miðlingur av trimum systrum. Ein rokalig smágenta við stórum krúllutum hári - hon sum rann, súklaði og tuskaði við dreinginum frá morgun til kvøld. Hon lýsir seg sjálva sum mamma og leikandi venjari. Angrar bert tað hon ikki fekk gjørt. Hon siterar ofta Astrid Lindgren - “Hatta havi eg ikki roynt fyrr, so tað dugi eg heilt vist!”. Orð sum “ógjørligt” finnast slet ikki í hennara verð - naïv og "Optimist by Choice". Pausa er eitt pitstop, til at kunna fyrireika segat kunna drøna avstað aftur.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Upptakt: Zalgiris Vilnius-KÍ
Vanligi føroyingu­rin fær rokningina
Ber eitt lítið lot í Vilnius í morgin
Heimaáskoðarar­nir kunnu ávirka KÍ leikar…
Stór virðing fyri Páll A. Klettskarð í Z…
Andor Mýri 40 ár
Ólavssøkumytur einaferð enn!
KÍ formaðu­rin: Ungdóms­arbeiði í KÍ fær á…
Borgar­stjó­rin hevur góðar vónir
Gongutúrur í góđveđri
Nýggi KÍ leikarin dámar væl KÍ stílin
Tom ''Belgiarin'' fingið nýtt landsliðss…
Duettin Beerten og Finsson spæla í Spani…
Tað ber ikki til at raðfesta øll
Møguleikar geva góðan fólka­vøkstur
Sambands­flokku­rin skilir ikki búskap!
Føroyskt ginn til ólavsøku
Nøkur ivamál í KÍ hópinum
Vænta 3000 áskoðarar
Predrag manglar arbeiðs- og uppihaldsloy…