Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarar: - Gerið okkurt við bilvrakini í býnum!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.12.2017 - 02:17 Politikkur Tíðindi

Á facebook bólkinum "Klaksvík - rís og rós" harmast fleiri borgarar, at bilar uttan nummarplátur standa á almennum parkerinsplássum í býnum.

Myndin vísir greitt at bilarnir hava einki at gera á almennum parkeringsplássum i Klaksvík.

Ein borgari skrivar inni á bólkinum: Hesir bilar hava staði á parkeringsøki undir Klakki í alt ov langa tíð. Vælsignaðir vakni tit ið hava ábyrgd av hesum Skorheim & Co.

Fleiri aðrir borgarar vísa sína ónøgd og halda at Klaksvík eigur at fáa ein parkeringsvørð aftur og aðrir vísa á at fólk ikki parkera inn á sínum egna grundstykki. 

Steinbjørn Jacobsen, byráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri og formaður í Teknisku Nevnd skrivar: Saknur er í John B. Hansen sála, nú sæst best, hvussu stórt arbeiði hann gjørdi, hóast sera ótakksamt arbeiði. Vónandi fáa vit nýggjan parkeringsvørð sum skjótast. Tað er langt síðani samtykt í Teknisku nevnd. Skilji bara ikki, hví hann ikki er settur.

Ein annar borgari skrivar: Eg skilji ikki hví Kl. kommuna ikki krevur av húsaeigarum , at eitt hús skal hava minst 2 parkeringspláss á egna grundøkið, og at tey skullu parkera egnar bilar har. Ein pakeringsvørður,skuldi fingið uppgávuna, og syrgt fyri at hetta verður yvirhildi, og givi bøtur í langar banar, um ikki. Tað er eitt forferdiligt óskil við privatparkering í Klaksvík. Bilar standa parkeraðir í strípur báðu megin koyribreytirnar, hóast húskini væl hava pláss til parkerings pláss á grundøkinum. Tað er bara ein spurningur um prioritering.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund