Lýsing
Lýsing
Lýsing
Óli M. Lassen, formaður í Teknisku Nevnd | Mynd: klaksvik.fo

Hond tikin um parkeringstrupulleikan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.12.2017 - 13:40 Tíðindaskriv Tíðindi

Avtala er gjørd millum Ansni, løgregluna og Klaksvíkar kommunu um, at Ansni tekur sær av parkeringseftirlitinum í Klaksvíkar kommunu frá komandi viku at rokna. Talan er í fyrstu syftu um eina royndartíð upp á eitt hálvt ár.

Seinastu á leið 10 árini hava klaksvíkingar vant seg við at hava parkeringsvørð, og síðan John B. Hansen, sáli fór úr starvinum, hevur verið arbeitt við, hvussu parkeringseftirlitið skal umsitast framyvir. Eftir tilmæli frá løgregluni og avvarðandi nevndum í Býráðnum, roynir kommunan nú nýggja leið í eina royndartíð, har Ansni við heimild frá fútanum røkir uppgávuna sum parkeringsvørður. Formaðurin í Teknisku nevnd, Óli M. Lassen, sum eisini umboðar Býráðið í Ferðslunevndini, fegnast um, at eftirlit nú aftur verður við parkeringunum í kommununi.

- Sjálvt um tað er ein uriaspostur at skriva út parkeringsbøtur, so haldi eg, at vit øll hava sannað, hvussu gott og týdningarmikið tað er at hava eftirlit við parkeringunum í býnum, og nú royna vit so eina loysn, har Ansni røkir uppgávuna við heimild frá fútanum. Við hesum leistinum tryggja vit okkum, at fleiri hendur og eygu altíð eru til at loysa uppgávuna, heldur enn at arbeiðið er tengt av einstøkum persónum, sigur Óli M. Lassen.

Avtalan millum Ansni, løgregluna og Klaksvíkar kommunu byrjar sum nevnt við eini hálvt-ára royndartíð, og parkeringsvørðarnir hjá Ansni byrja at útskriva bøtur í komandi viku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag