Lýsing
Lýsing

Royndarloyvir gerast til varandi fiskirættindi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.12.2017 - 17:57 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

og samstundis avtekur samgongan søgulig rættindi til frama fyri økiskvotur og politiska umfordeiling

Sum skilst er framvegis ikki semja um nýskipanaruppskotið. Serliga eru tað økiskvoturnar, sum partar av Tjóðveldi hevur fingið inn í lógina, sum stór ósemja er um. Men eisini eitt nýtt punkt í lógini, sum heimilar løgtinginum at taka trý prosent av langtíðarkvotunum inn um árið, uttan endurgjald sum ørkimlar. Hetta er eitt sera ógvusligt inntriv í vinnuna tí hesi trý prosentini verða til 24% eftir einans 8 árum.  Sum nakað heilt nýtt ætlar samgongan nú at royndarloyvi í samanhangandi 5 ár kunnu eftir umsókn geva reiðaríi varandi fiskirættindi.

Einkið verður nevnt um at hesi trý prosentini, sum løgtingið far heimild at taka inn á hvørjum árið, skulu seljast á uppboðssølu og tí kann man bara gita um landsstýrismaðurin, sum longu hevur baði økis- og granskingar kvotur at spæla sær við, eisini skal deila hendan partin av tilfeinginum út.

 

JFK einans eitt skip í Barentshavið

Verður fyriliggjandi uppskot samtykt er greitt at grundarlag er bert fyri einum skipið í Barentshavinum, hjá JFK í Klaksvík.

Tað hava annars altíð verið tveir ella tríggir trolarar frá JFK í Barentshavinum líka síðan føroyingar byrjaðu at fiskað í Barentshavinum.

Efir at kvotan er skerd, og tikið er burtur av til uppboðsøluna er parturin hjá JFK avmarkaður til tað sum Gadus í dag fiskar á hvørjum árið.

Tað er eisini ivasamt hvussu umstøðurnar verða hjá JFK í framtíðini, tí hóast felagið hevur møguleika at keypa á uppboðssøluni, skal felagið sambært nýggju lógini keypa sínar útlendsku eigarar úr felagnum.

 

Sum Norðlýsið skilir er samgongufólk als ikki nøgd og tí er ivasamt um nøkur semja verður fríggjadagin tá løgtingsformaðurin hevur sett uppskotið um tilfeingið á skrá fyri løgtingsfundin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin