Lýsing
Lýsing
Lýsing
Astrid Laustsen Lave og Petter Mahrs | Mynd: us.fo

Norðurlendingar á Umhvørvisstovuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2017 - 10:35 Tíðindaskriv Tíðindi

Tað er javnan, at útlendingar arbeiða á Umhvørvisstovuni í styttri tíðarskeið. Soleiðis hevur eisini verið í heyst, har tveir norðurlendingar hava verið her.

Astrid Laustsen Lave úr Danmark hevur verið í starvsvenjing á Matriklinum. Astrid lesur til landinspektør á Aalborg Universiteti. 

Hesa tíðina, Astrid hevur verið í Føroyum, hevur hon arbeitt við matrikulerari málsviðgerð, har hon m.a. hevur gjørt eina størri útstykking.

Petter Mahrs úr Svøríki hevur verið á Umhvørvisstovuni sum liður í norðurlendsku skipanini um starvsfólkaumbýti. Skipanin gevur øllum alment settum møguleika at arbeiða hjá myndugleikum og stovnum í norðurlondum eitt ávíst tíðarskeið. 

Petter er útbúgving samfelagsfrøðingur við denti á løgfrøði, og starvast á altjóða deildini á Naturvårdsverket í Östersund. Seinastu árini hevur hann arbeitt sum samskipari hjá norðurlendska arbeiðsbólkinum TEG, sum arbeiðir við vistskipanum á landi og serliga lívfrøðiligum margfaldi. 

Vit á Umhvørvisstovuni hava verið glað fyri at hava tey á stovninum. Astrid og Petter siga bæði, at tey hava kent seg væl í Føroyum, og at tað er við einum ávísum sorgblídni, at tey nú fara heimaftur til Danmarkar og Svøríkis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar