Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ókeypis úr Gásadali til Viðareiðis

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2017 - 12:27 Leiðarin Tíðindi

Leygardagin 9. desember er ókeypis at koyra ígjøgnum bæði Vága- og Norðoyatunnilin. Hetta kemst av tí, at tað eru 15 ár liðin, síðani Vágatunnilin læt upp, og á hvørjum ári hevur føðingardagurin verið markeraður nærmasta leygardag við ókeypis ferðslu. Tað sama ger seg galdandi við leygardegnum nærmast 29. apríl, tá Norðoyatunnilin fyllir.

Fýra dagar um árið sleppa vit at uppliva, hvussu tað hevði verið, um samferðslukervið ikki hevði bummar. Og hvønn tunnilsdag tysja túsundtals bilar gjøgnum Norðoyatunnilin. Handilsvinnan í Klaksvík spennir seg út, hevur leingi opið og onkur hevur serlig tilboð og tiltøk í sambandi við dagin á skránni. Norðurjól eru komin upp at standa, so bæði norðoyingar og vitjandi sleppa at uppliva jólahugnan í býnum.

Onki er at taka seg aftur í, at Landnyrðingsføroyar eru blivnar nógv betur samansjóðaðar av Norðoyatunlinum. Ferðslan gongur báðar vegir, og nógvir norðoyingar gera sær eisini ein túr inn í Eysturoynna hendan dagin og koma aftur um kvøldið.

Klaksvík og Gøta eru í løtuni fremst í landinum innanfyri bæði fótbólt og tónleik, og nú bendir nógv á, at Runavík er á veg upp í fótbóltstoppin eisini. Fuglafjørður hevur megnað at samansjóða mentan og fiskivinnu á ein hegnisligan hátt, og samanlagt eru Eysturoy og Norðoyggjar týdningarmesta vinnulívsøkið í landinum.

Tað var tí onki meira natúrligt enn at binda hetta økið saman við tunli í 2006. Hugskotið kom í 1980’unum, og varð tá skírt ørvitistos, sum so mangan er, tá stóru visiónirnar verða lagdar fram fyrstu ferð. Kreppan órógvaði síðani almikið, men í 1998 stevndi nýggi Christian í Grótinum inn á Klaksvík at boða frá, at kreppan var av. Tunnilsætlanirnar vórðu funnar fram aftur, og tann styttri og bíligari millum Streymoynna og Vágar varð fyrst gjørdur.

Tvey hjartasuff eru uppá sítt pláss at nevna, nú tunlar eru í fokus hendan dagin. Tað fyrra er, at Landsstýrið gekk ímóti sínum lyfti og hevur varðveitt tunnilsgjaldið. Hevði hetta verið avtikið, høvdu landnyrðingsføroyar verið veruliga samansjóðaðar og optimalt fekst burturúr íløguni. Hitt er, at bert fýra kilometrar frá Norðoyatunlinum liggur ein annar tunnil, og norðanfyri hann aftur ein annar. Teir eru 50 og 52 ára gamlir, og eru líka so niðurslitnir, sum Norðoyatunnilin er vælhildin. Tað er okkara vón, at landsmyndugleikarnir eina ferð fara at taka viðlíkahaldsuppgávuna í líka stórum álvara sum tunnilsfeløgini.

Nú skulu vit ikki mála hin grábeinta á veggin. Tunnilsdagur er, og jólini stunda til. Klaksvíkin er skrýdd og til reiðar at taka ímóti tunnilsgestum í hópatali. Handilsvinnan, Norðoyatunnilin, vinnulívið annars, og ikki minst borgararnir eru øll við til at skapa ein hugnaligan og livandi dag, nú Norðoyatunnilin hátíðarheldur 15-ára føðingardagin hjá stórabeiggjanum.

Hjartaliga vælkomin á tunnilsdag!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…