Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnajól 2017

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2017 - 22:30 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Leygardagin 9. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól. 

Margarinfabrikkin hevur opið hús frá klokkan 11.00 til klokkan 17.00 fyri børnum, ungum og vaksnum. Øll eru tey vælkomin inn á gomlu fabrikkina at royna seg innan ymiskt handaligt, fáa sær ein kaffimunn ella bara forvitnast eftir, hvat áhugavert Margarinfabrikkin hevur at bjóða júst teimum. 

Hendan dagin eru Margarinfabrikkin og Posthúskjallarin karmar um ymiskar verksmiðjur, bommfabrikk, vakurleika-salong og tónleikaframførslur. Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at melda seg til verkstøðini, har møguleiki er at spæla sær við køkudeiggj, lakkera jólanegl ella royna onkra av meiri listakendu verkstøðunum. Eisini verða tónleikaframførslur við gentubandinum og dreingjabandinum við børnum úr Margarinfabrikkini. Skráin sær soleiðis út:

Klokkan 13.00 Gentubandið "Chiks", Dreingjabandið "Triple Hooties" og kórið "Jólastjørnurnar" framføra
Klokkan 15.00 Gentubandið "Chiks", Dreingjabandið "Triple Hooties" og kórið "Jólastjørnurnar" framføra

Í Prentverksmiðjuni hjá Oggi Lamhauge ber til at spæla sær við skap og litir. Her fáa børnini høvi at gera sær eitt grafiskt prent og royna, hvussu ein grafikari arbeiðir. 
Millum annað sleppur man at royna at skava í eina metalplátu við nál og síðani prenta. Oggi er framúr at vegleiða børnum og til ber sjálvt hjá teimum yngstu at gera eitt flott prent at hava heim við. 

Eisini verður jólaítriv í Margarinfabrikkini, har høvi verður at klippa, líma og tekna.

Í Posthúskjallaranum verður vælumtókta bommfabrikkin, har børnini fáa høvi at gera síni egnu bomm, og fáa tey heim við, um tey ikki verða etin á staðnum, væl at merkja.

Er hugurin heldur til at spæla vid leir, leggur Guðrið Poulsen lag á í Leirverksmiðjuni, har hugflogið fær frítt spæl. Eisini her kunnu tey smæstu vera við at evna alt frá nissum til nasahyrningar. Treytin er, at leirverkið passar í ein brævbjálva, tí tað skal fyrst ein túr heim til Guðrið, har tað verður brent, áðrenn tað verður sent heimaftur við posti, so tað er frammi undan jólum. Soleiðis kann verkið prýða vindeygakarmin, jólatræið ella pakkast inn at gera eina ommu ella abba glaðan. 

Eru hendurnar vorðnar skitnar av leiri og máling, so er bert eitt at gera, og tað er at leggja leiðina framvið Posthúskjallaranum. Her kanst tú vitja vælumtóktu vakurleika-salongina hjá Maragarinfabrikkini. Her kunnu neglirnar gerast jólaklárar, nýlakkeraðar í alskyns litum. Góð hárfríðkanarfólk og “make-up artistar” flætta hárið og seta hárið upp ella mála andlitið. Soleiðis kann lítlibeiggi fáa reyða nøs eins og Rudolf, reinsdjórið hjá jólamanninum, ella stórasystir fáa stórt hvítt skegg, líkt tí hjá jólamanninum.

Starvsfólk, ungar gentur og dreingir úr Margarinfabrikkini, hjálpa til, so at bæði børn, ung og vaksin kunnu fáa ein minnisríkan dag.​

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni