Lýsing
Lýsing
Birgir Waag Høgnesen við familjuni | Mynd: Dávur Winther

Stellurnar

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  07.12.2017 - 20:52 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Triðja bókin í røðini 'Teir tóku kjansin' eftir Birgir Waag Høgnesen hevur heitið 'Stellurnar'. Hon var løgd fram í gjárkvøldið á samkomu í Klaksvík - sjálvandi í sokallaðu Stelluhúsinum, sum Klaksvíkar kommuna keypti frá Pf. Stella.

Hóast veðrið longu leikaði í gjárkvøldið, so var at kalla fullsett, tá Tummas Lervig vegna býráðið bjóðaði fólki vælkomnum.

Síðani segði høvundin nøkur orð um bókina og um arbeiðið við henni. Sangur og tónleikur hevur altíð verið partur av sjólívinum, eisini umborð á Stellunum, og til høvið høvdu Steinbjørn O. Jacobsen og Gerhard Tróndheim  funnið harmonikurnar fram og spældu tvey løg til felagssang.

Jógvan við Keldu segði nøkur orð um Erling Laksáfoss og brøðurnar Hall og Trúgva, sum hann kendi væl. At enda takkaði Birgir fyri og fólk fingu høvi at keypa eina signeraða bók - alt meðan fólk stóðu í størri og smærri bólkum og tosaðu um minnini frá Stellu-tíðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin