Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skipað niðurlaging av verandi rættindum 

SKRIVAÐ: Reiðarafelagið  |  08.12.2017 - 09:29 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Vinnunevndin hevur skrivað álit um uppskotið um nýskipan hjá landsstýrinum, og skotið er upp at gera fleiri broytingar til upprunaliga uppskotið. 

Ein av hesum broytingum er, at løgtingið uttan endurgjald á hvørjum ári kann draga inn upp til 3 prosent av útlutaðu rættindunum at seta av til onnur endamál. 

Av tí partinum av tilfeinginum, sum verður latið út við 8 ára uppsagnartíð, kann løgtingið sostatt taka 3 prosent um árið at nýta til onnur endamál. Hetta kann vera til menningarkvotur, útboð ella vinnuligar royndir. 

Í fyrra uppskotinum, sum landsstýrið lat úr hondum í vár, var ein skipað niðurlaging av øllum rættindum innbygd í uppskotið. Hetta vísti Reiðarafelagið fleiri ferðir á og ávaraði um avleiðingarnar av hesum. Landsstýrið hevur síðani broytt hendan partin av uppskotinum, soleiðis at verandi rættindi eru meira støðug og metast kann um hesi frameftir. 

Ásetingin um tey 3 prosentini kemur sum framhald av ásetingini um, at løgtingið á hvørjum ári skal atkvøða um at leingja verandi loyvi, sum hava 8 ára gildistíð. 

Tískil kann væntast, at spurningurin um leinging av verandi rættindum og møguleikin fyri at draga inn 3 prosent á hvørjum ári, gerst ein áhaldandi politiskur bardagi í løgtinginum. Hetta fer at skapa enn størri óvissu í vinnuni. 

Um løgtingið á hvørjum ári velur at draga inn 3 prosent av verandi rættindum, er vandi fyri, at væl meira enn 20 prosent av rættindunum eru drigin inn, tá ið 8 ára gildistíðin er runnin. Á hendan hátt kann farast undir eina skipaða niðurlaging av verandi rættindum, eins og ætlanin var í tí fyrra uppskotinum, sum var til viðgerðar í vár. 

Hetta er ein upplýsing, sum føroyskir reiðarar mugu bera áhugaðum fíggingarstovnum, at verandi rættindi kunnu verða útholað eftir stuttari tíð, um hetta amboðið verður brúkt. 

Vinnunevndin hevur lækkað prosentpartin, sum kann verða útlutaður umvegis uppboðssølu, men hevur samstundis lækkað markið fyri, nær øll rættindi kunnu seljast á uppboði. Soleiðis tekur nevndin burturav verandi rættindum við aðrari hondini og leggur afturat við hinari. 

Úrslitið gerst tí, at lítil munur er á verandi uppskoti og broytingaruppskotinum hjá vinnunevndini, eisini tí at menningarkvotur eru hækkaðar upp í 8,5 prosent av tøku føroysku kvotuni. 

Føroya Reiðarafelag heitir á løgtingið um ikki at samtykkja ásetingina, sum gevur møguleika fyri eini niðurlaging av verandi rættindum, soleiðis at verandi rættindi ikki gerast ein politisk kastibløka á hvørjum ári, eins og fiskidagarnir hava verið seinastu mongu árini. 

Reiðarafelagið hevur í fleiri umførum heitt á samgonguna um at steðga á við hesi tilgongdini, tí enn eru fleiri viðurskifti í nýskipanaruppskotinum, sum ikki eru nøktandi frá felagsins sjónarhorni. Tískil átti løgtingið framhaldandi at arbeitt fyri at finna eina breiðari semju, soleiðis at støðufesti aftur fæst í føroysku fiskivinnuni. 

Føroya Reiðarafelag 

Lýsing
Seinastu tíðindini
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…