Lýsing
Lýsing
Lýsing

Badminton í Klaksvík:

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.12.2017 - 14:34 Ítrottur Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Badminton í Klaksvík: Her eru myndir av heiðursmerkjahandanini frá JFK-Open í Klaksvík 2. og 3. desembur 2017

Her síggja vit myndir av heiðursmerkjahandanini frá JFK-Open seinasta vikuskifti í Klaksvík, har Grand Prix 3 var hildið.  Tað vóru umleið 190 leikarar, og eini 350 dystir vórðu leiktir. Leygardagin spældu børn og ung, og sunnudagin spældu tey vaksnu.

Hjá U11 dreingjum er kappingin serliga millum tveir leikarar úr ÍF, har Bogi hevur 130 stig, og Marko hevur 120 stig.  Hjá U11 gentum er kappingin eisini sera hørð. Har hevur Julianna HBF 140 stig, og Eva KBF hevur 130 stig, so hjá U11 er einki avgjørt enn.

Hjá U13 gentum er eisini sera hørð kapping. Har eru tað serliga tríggir leikarar frá KBF og ein frá ÍF, sum kappast um fremsta plássið.  Fremst í løtuni er Ranja frá KBF, og so koma Rakul ÍF, og Oddbjørg og Miriam frá KBF.  Hjá dreingjum U13 eru Leivur KBF og Bjarti HBF púra javnir við 120 stigum í part.

Hjá U15 dreingjum hevur Aron ÍF vunnið allar tríggjar kappingarnar higartil og stendur væl í kappingini til at blíva Grand Prix vinnari fyri veturin. Hjá gentum hevur eisini ein leikari vunnið allar kappingarnar higartil. Tað er Ingibjørg frá KBH, sum hevur 150 stig.

Í U17 menn hevur Árant MBF 140 stig, Ári HBF hevur 110 stig, Jónas HBF hevur 100 stig, og Ari KBF hevur 80 stig. Hjá kvinnum U17 hevur Adhya vunnið allar kappingarnar og hevur 150 stig. Sissal HBF hevur 110 stig, Lena Maria KBF hevur 90 stig, og Miriam HBF hevur 70 stig.

Enn er einki avgjørt hjá teimum vaksnu, men hjá kvinnum A hevur Lena Maria frá Klaksvíkar Badmintonfelag lagt seg klárt á odda við 150 stigum. Nummar 2 er Jóhanna KBF við 90 stigum, og nummar 3 er Bjarnhild KBF við 70 stigum, sum ikki var heima til hesa kapping, so kvinnurnar hjá Klaksvíkar Badmintonfelag verða torførar at taka í ár.

Hjá monnum er kappingin enn opin. Har er Magnus úr HBF fremst við 100 stigum, men í hølunum á honum koma Rani KBF við 90 stigum, Magni ÍF við 80 stigum, og Ari KBF hevur 70 stig.

Hjá  kvinnum eru ikki nógvir luttakarar í ár, og tað er harmiligt, tí tað kemur nokk at síggjast aftur, tá farið verður til kappingar uttanlands, tí leikararnir eru munandi verri fyri, tá leikarar her heima ikki taka lut í tí heimligu kappingini. Tað er tó ikki so óvanligt, at annað hvørt ár er áhugin minni, tí tá er ikki Oyggjaleikaár, og tað verða ikki Oyggjaleikir komandi summar. Tíbetur síggja vit tó fleiri góðar, ungar, kvinnuligar leikarar, sum eru á veg upp.  Tað er eisini vanligt at síggja tað hjá monnum, men í ár er ørvísið. Tað er hørð kapping um fremstu plássini, og tað eru fleiri leikarar, sum eru væl fyri og hava gjørt stór framstig. Tað var eisini stuttligt at síggja góðar leikarar, sum spældu badminton fyrr, koma til kapping í Klaksvík.

Næsta Grand Prix kapping verður á Giljanesi 13. og 14. jan 2018. Tann kappingin eitur H-dygd Open og er 4. Grand Prix kapping út av 5.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund