Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vánaligt veður og goldin frávera

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.12.2017 - 15:32 Tíðindaskriv Tíðindi

Starvsfólk hjá landinum kunnu hava rætt til goldna fráveru, um tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Kommunurnar hava ongar felags reglur og avgera hvør sær, um fólk verða trekt í løn ella ikki

 Nú illveður herjar um landið og nógvar avlýsingar eru, spyrja fleiri helst hvør støðan er, um tað ikki slepts millum bygdir og til arbeiðis fyri veður. 

 Slíka frávera kann vera lóglig sum so, men hvørt tú hevur rætt til goldna fráveru valdast um tú arbeiðir hjá landinum ella eini kommunu.

 Starvsfólk hjá landinum eru fevnd av eini vegleiðing frá 1992, sum merkir, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, hevur tú rætt til fráveru – við løn.

 Hjá kommununum eru ongar felags reglur um forfall vegna veður. Kommunurnar avgera hettar sjálvar hvør í sínum lagi. Eru ongar reglur, hava starvsfólkini heldur ikki rætt til goldna fráveru.

 Størsta pendlarakommunan, Tórshavn, hevur t.d. ikki nakrar tilsvarandi reglur sum landið.

 Starvsmannafelagið metir tað vera órímiligt at tað kann vera slíkur munur á starvsfólkum hjá landi og kommunum.

-Starvsmannafelagið hevur í fleiri umførum tikið henda spurningin upp við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, tí vit halda, at tað kann ikki verða rætt, at starvsfólk sjálvi skulu gjalda fyri fráverudagar vegna veður, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Felagið hevur heitt á Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at fáa felags reglur fyri kommunurnar. Svarið hevur tó verið, at einstøku kommunurnar ráða fyri hesum sjálvar.

-Eg fái meg ikki til at trúgva, at kommunurnar eru áhugaðar í, at teirra starvsfólk seta lívið í váða, tí tey skulu møta til arbeiðis, samstundis sum almenna og kommunala ferðslan liggur still vegna vánaligt veður, sigur Súni Selfoss.

Les vegleiðingina um forfall fyri veður hjá landinum á heimasíðuni hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: 

 www.fmr.fo/media/4235/veglei%C3%B0ing-um-fr%C3%A1ver%C3%B0udagar-orsaka%C3%B0-av-ringum-ve%C3%B0ri%C3%B0.pdf

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…