Lýsing
Lýsing
Lýsing

JÓLATRØINI VERÐA TENDRAÐ Í KOMANDI VIKU

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.12.2017 - 16:32 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Vánaliga veðrið seinastu dagarnar hevur ávirkað ætlanirnar um at tendra jólatrøini í ymsu bygdunum, og tí verða trøini tendrað í komandi viku í staðin. Her sært tú, nær trøini tendra í ymsu bygdunum.

Í Ánunum verður jólatræið tendra týskvøldið 12. desember kl. 17. Ove Frederiksen heldur røðu og Klaksvíkar hornorkestur spælir.

Á Norðoyri verður jólatræið tendrað týskvøldið 12. desember kl. 19. Røða verður hildin, Klaksvíkar hornorkestur spælir og kaffi verður eisini at fáa.

Í Kalsoynni verða trøini tendrað mikukvøldið 13. desember og Markus í Norðnastovu heldur røðu.

Træið á Trøllanesi verður tendrað kl. 18

Træið í Mikladali verður tendrað kl. 19

Træið á Húsum verður tendrað kl. 20

Træið á Syðradali verður tendrað kl.20.30

Sam siglir í hesum sambandi úr Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.30. Bussur er við í ferðini.

Í Svínoy verður jólatræið tendrað leygardagin 16. desember kl. 16.00
Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar hornorkestur spælir.

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum