Lýsing
Lýsing

Stjørnan vann á Neistanum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.12.2017 - 17:10 Ítrottur Tíðindi

Stjørnan hevði leiðsluna stórt sæð allan dystin, og endaði við at vinna 24-21.

Annað vikuskifti á rað vóru kvninnurnar hjá Stjørnuni í høvuðstanðnum og leiktu. Seinasta vikuskifti var um reppi, at tær fingu stig móti Kyndli, sum er eitt av oddalinum. Í dag vitjaðu tær sigurvanda Neistan, sum ikki hevur havt nakað serligt kappingarár.

Dysturin gjørdist javnur og spennandi, tó var tað Stjørnan sum hevði munin. Tað komu ikki nógv mál í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 9-7 til Stjørnuna.

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki skiftust liðini um at skora, og tá góðir 10 minuttir vóru leiktir, var støðan 14-13 til Stjørnuna, men tá kom stígur í málskjótingina hjá Neistanum. Verjan hjá Stjørnuni stóð væl, og eisini hevði málverjin hjá Stjørnuni nakrar góðar bjargingar. Næstu fimm minuttirnar skoraði Stjørnan fýra ferðir, meðan Neistin onki mál fekk. Neistin royndi at svara aftur, og fekk minka um munin til tvey mál, men nærri komu tær ikki, og endaliga úrslitið gjørdist ein uppiborin sigur til Stjøruna uppá 24-21.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 10, Jancy Jacobsen 4 Mina Sirdal, 3, Sonja Sirdal 3, Judith D. Jacobsen 2, Kristana Poulsen 1 og Hervør Olsen 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…