Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú er stund at gleða seg

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  10.12.2017 - 21:49 Lesarabrøv Mentan Myndarøð Tíðindi

Um jól fyrr og nú

Jóltíðir

Jól eru fleirtalsorð, og kemst hetta av, at talan var ikki um einstaka høgtíð. Upprunaligu snúðu jólini seg um fleiri hátíðarhald myrkastu tíðina á árinum. Navnið Yule hevur óvissan uppruna, men eitt boð er, at tað er skylt við orðið hjól og vísir til afturvendandi árstíðina. Á jólum varð hátíðarhildið at dagarnir blivu longri aftur, og stytsti dagur, nýggjárið og trettandakvøld var alt roknað upp í jóltíðir. Hesa tíðina var so myrkt, at arbeiði var meira ella minni lagt stilt, og fólk tóku sær heldur av løttum. Meira varð etið og drukkið enn vanligt.

At halda jól jólaaftan er heilt nýtt, og tað er ikki ein mansaldur síðani at 24. desember bleiv fyrst hálvur frídagur, og seinastu árini fullur frídagur hjá teimum flestu. Tað gamla var at halda jól jóladag og 2. jóladag. Annan jóladag byrjaði dansitíðin, og tá varð dansað og veitsludámur. Bygdirnar vóru smáar, og bygdirnar skiftust tí um at vera vertsbygdir fyri dansinum. Soleiðis vóru onkrar bygdir jólabygdir, onkrar nýggjársbygdir, onkrar trettandabygdir, onkrar kyndilsmessubygdir, og dansitíðin endaði so á føstulávint. 

 

Jólagávur

Siðurin at geva gávur á jólum er elligamal. Um okkara leiðir stavar siðurin at geva jólagávur frá miðøldini, og gávurnar vóru upprunaliga etandi, til dømis frukt ella køkur. Siðurin at geva starvsfólki gávur er eisini elligamal, og tey sum gingu til handa í gomlum døgum, fingu eisini matvørur í gávu.

At pakka gávurnar inn í gávupappír er nakað, ið vit hava tikið til okkum úr Danmark, og siðurin er helst komin á leið samstundis sum jólatræið. Í fyrstuni var jólapynt eisini etandi. Fruktir vórðu hongdar á træið, eins og dadlur, smákøkur og góðgæti. Kramarhús vórðu hongd á træið við nøtum og rosinum í, og seinni vórðu karamellur koyrdar í. Í Danmark vóru eisini gávurnar hongdar á træið, men hetta hevur ikki verið vanligt í Føroyum

 

Jólatrø

Tað at hava jólatræ í Føroyum er eisini lutfalsliga nýtt, og er eisini komið úr Danmark. Danmark tók við siðinum úr Týsklandi. Týskir handverkarar byrjaðu at seta jólatrø upp í felagshúsi ella verkstaði, og hongdu smáar gávur á greinarnar, ið børnini kundu taka við sær heim. Træið stóð frá nøkrum døgum áðrenn jól og fram til trettandakvøld. Hetta var longu í seinmøld, umleið 15. øld.

Í Danmark var sálmaskaldið N. F. S. Grundtvig ímóti jólatrøunum, meðan B. S. Ingemann tvørturímóti var sera hugtikin av trænum. Frá tí at fyrsta træið varð sett upp í Danmark í 1808, gingu bert fá áratíggju, so høvdu flestallir prestar og lærarar eitt jólatræ í sínum heimi.

Í Føroyum komu jólatrø nakað væl seinni, og gjørdust ikki vanlig fyrrenn aftaná 1. heimsbardaga. Her er líkt til, at tað var danska embætisstættin í Havn, sum byrjaði siðin. Í dag hava flestallar føroyskar bygdir eitt stórt jólatræ miðskeiðis í bygdini, og fleiri stovnar og fyritøkur hava eisini egin jólatrø bæði innan- og uttandura.

 

 

Jólamaðurin

Søgnin um jólamannin sigur, at í bygdini Myra í Lítlaasia búði ein fátækur maður. Hann átti tríggjar døtur, men hevði ikki ráð til at rinda teirra heimanfylgju. Tá í tíðini var siður, at pápin rindaði brúðgóminum eina upphædd fyri at taka dóttur sína til maka. Ein annar maður, ið nevndist Nicholas, fór eina náttina upp á tekjuna hjá hesum fátæka, og slepti ein posa av gullpengum niður ígjøgnum skorsteinin. Posin datt niður í eina hosu, ið varð hongd upp at torna.

Nú átti fátæku maðurin pening at gifta elstu dóttrina burtur, men ikki hinar báðar. So næstu jólini hongdi hann aftur eina hosu til turkingar á sama staði, og aftur kom gull gjøgnum skorsteinin. Triðju jólini setti hann seg at halda vakt fyri at vita, hvat tað var, ið hendi, og fekk orð á Nicholas. Nicholas bønaði hann ikki um at siga, at tað var frá honum, at pengarnir komu, tí so fóru øll at biðja seg um pengar. Fátæki maðurin játtaði, men kortini kom søgan út. Tá fólk so fingu eina óvæntaða gávu um jóltíðir, hildu tey altíð, at Nicholas átti æruna.

Í USA verður Nicholas nú róptur Santa Claus, har Claus er ein stytting av Nicholas. Navnið er komið umvegis niðurlendskt, Sinterklaas. Um okkara leiðir eitur hann jólamaðurin, julemanden, jultomten, Père Noël og Father Christmas. Søgan um tey 8 reinsdjórini hjá jólamanninum er nógv yngri, og stavar frá 1823. Søgan, ið Clement Moore hevur skrivað, eitur A Visit from St. Nicholas og byrjar við teimum vælkendu orðunum “It was the Night before Christmas”. Í henni hava øll reinsdjórini nøvn, og av teimum er Rudolf tað navnframasta reinsdjórið.

Norðurlond hava tikið jólamannin til sín, og finnar siga hann búgva í Lapplandi, meðan danir siga hann búgva í Grønlandi. Aðrastaðni verður hann sagdur at búgva á Norðurpólinum.

 

 

Jólaútgávur

Vanligt er at gera serligar jólaversiónir av gerandistingum og -vørum. Soleiðis hava vit jólakort, ið eru postkort við jólamotivum. Jólamerkir eru frímerkir við jólaligari mynd á, og sølan av hesum fer til vælgerandi endamál. Jólaøl er maltøl, sum bert verður seld um jóltíðir.  Jólabryggj er sterkari øl í serútgávu; her er talan ikki um vanligt øl við jólaetikett. Jólabrús er hindberjasodavatn, eisini við jólaligari etikett. Bløðini hava eina serliga jólaútgávu (sum hesa), og Mín jólabók kemur út til jóla á hvørjum ári.

Í flestu heimum verður eisini serligur jóladúkur lagdur á borðini. Størri tónleikarar útgeva ofta eina jólafløgu, og lýst verður javnan við serligum jólasølum, jólamarknaðum og jólatúrum uttanlands.

 

 

Jólaborðhald

Nakrar vikur undan jólum plaga fyritøkur at hava eitt jólaborðhald, betur kent sum jólafrokost. Eisini hesin siður stavar úr Danmark, og var fyrst ein veruligur “frokostur” við smyrjibreyði, sild og líknandi. Seinni fór at verða skonkt til jólafrokost, og hetta er helst orsøkin til, at jólaborðhald nú er um kvøldið. Av tí sama er mest heitur matur á borðinum.

Jólaborðhaldini minna mest um frásagnirnar um gomlu víkingaveitslurnar, har ovmikið varð tikið til sín av bæði mati og (rús)drekka, og jólaborðhaldini hava eitt ringt orð á sær, tá tað kemur til ovurnýtslu av rúsdrekka, rúsdrekkakoyring, og ótrúskap. Fyri tey flestu eru jólaborðhaldini tó hugnalig høvi at heilsa uppá starvsfelagar og leiðslu undir meira avslappaðum viðurskiftum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…