Lýsing
Lýsing
Lýsing

Luksusloppur fleiri ferðir um árið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.12.2017 - 14:53 Mentan Myndarøð Tíðindi

Stóra luksusloppu tiltakið, ið skipað var fyri í Badmintonn Høllini í Klaksvík leygardagin eydnaðist sera væl.

Annika Joensen, ið hevur skipað fyri hesum tiltakinum í skjóttu 4-5 ár, var framúr væl nøgd við tiltakið hesaferð, nú tey høvdu samstarv við Svimjihøllina, KÍ - Høllina og Badmintonhøllin var karmurin um sølubásarnar.

Vit høvdu umleið 70 básar á luksusloppum hesaferð og seljarar komu allastaðni frá úr Føroyum. Sjálvt úr Hvalba komu fólk, sum høvdu bás her.

Men sjálvandi, sigur Annika Joensen, veðrið var sera ólagaligt leygardagin, tí eri eg sera bilsin av, at tað hevur gingið so væl alíkavæl. Nakrir framsýnarar, ið skuldu koma úr Havn og úr Kollafirði, har kavin lá tjúkkari enn her hjá okkum, hildu seg ikki til orsakað av veðrinum, men tó sjálvt um veðrið var ólagaligt, eydnaðist tiltakið framúr.

Torkil Mørkøre, stjóri á hallunum sigur eisini í viðmerking, at Svimjihøllin, KÍ-høllin og Badminton hava skapt karmarnar, og hann hevur hug til, at hetta var eitt afturvendandi fólksligt tilboð, sum varð fyriskipað einar tríggjar ferð um árið.

Til hetta sigur Annika Joensen, at hon er til dystin fús, um so er at tey, ið hava sølubásarnar eisini hava áhuga fyri tí.

á tiltakinum var skipað fyri jólakafe, livandi tónleiki bilaframsýning, tiltøk í svimjihøllini har stóri høgguslokkurin var leysur í hylinum og uttandura hitapotturin var tøkur. Og ikki at gloyma, so var jólamaðurin eisini og vitjaði.

Annika Joensen sigur at enda, at tey, sum høvdu sølubásar lótu eisini væl at søluni leygardagin og fleiri hava spurt nær tiltakið verður fyriskipað aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB