Lýsing
Lýsing
Lýsing

Her er broytingaruppskotið sum tryggjar Suðurstreymoy part av Fiskatilfeinginum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.12.2017 - 13:57 Politikkur Tíðindi Vinna

Ingolf S. Olsen, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hamer og Hanna Jensen hava sett uppí lógaruppskotið, sum tryggjar Suðurstreymoy part av fiskatilfeinginum samstundis, sum Norðoyggjar og Eysturoy ikki fáa tí tey hava atgongd til fiskatilfeingið.

Til nr. 6:
Viðmerkingar. Í upprunauppskotinum fekk landsstýrismaðurin heimild til í 2018 at víkja frá ásetingini í stk 1 og útluta størri part av samlaðu kvotuni av norðhavssild. Henda heimild verður strikað, millum annað tí at kvoturnar av norðhavssild eru minkaðar í mun til tað, sum upprunaliga varð væntað fyri 2018.

Kvotur sambært § 60 kunnu latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella til øki við støðugt minkandi fólkatali. Sum støðan er í dag kann nevnast, at í Norðstreymoy, Suðurstreymoy og í Vágoy er atgongdin til tilfeingi avmarkað, ímeðan Suðurøkið – Suðuroy og Sandoy – hevur minkandi fólkatal og partar av økinum lutvíst hægri arbeiðsloysi. Norðuroyggjar, Eysturoy og restin av landinum eru sjálvsagt eisini fevnd av ásetingini, í tann mun økini lúka settu treytirnar. Kvotur til menningarætlanir skulu bjóðast alment fram, har treytirnar og metingargrundarlagið verða væl lýst. Umsóknir skulu metast av sakkønum og fylgja øllum fyrisitingarligum meginreglum – harundir væl skipaðir kærumøguleikar.

LES BROYTING 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…