Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skorheim skotið upp at beina málið aftur nevnd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2017 - 18:09 Politikkur Tíðindi Vinna

Fyri løtu síðani mælti Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, Løgtinginum til at beina málið um fiskivinnunýskipanina aftur í nevnd.

Millum annað grundgav Jógvan Skorheim, at samgongan ferð eftir ferð hevur sagt seg vilja eina breiða semju um fiskivinnuuppskotið, men hevur gjørt alt ov lítið fyri at náa einari semju. Snakkað hevur verið um, at Sambandsflokkurin var næmastur einari semju við samgonguna, men seinasti viljin til eina breiða semju er tó ikki komin til sjóndar.

- Hetta er grundarlagið sum okkara høvusvinna skal byggja á. Hetta er grundarlagið undir okkara tjóð, og tá hevur tað sera stóran týdning, at breið semja kann finnast í løgtinginum. Onki annað land hevði gjørt so víðttgangandi broytingar, uttan at fingið eina breiðan og stabilan meiriluta í parlamentinum, sigur Jógvan Skorheim.

Norðlýsið er í Løgtinginum og fylgir gongdini. Fleiri tinglimir standa enn á røðaralistanum, og tí kann væntast at orðaskiftið fer at halda áfram nakrar tímar afturat.

Uppskotið um at koyra málið aftur í nevnd verður atkvøtt um tá ið viðgerðin er liðug.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik