Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið á Norðoyri tendrað

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.12.2017 - 20:52 Mentan Myndarøð Tíðindi

 

Á hugnaligari samkomu á “Torginum” á Norðoyri við gomlu bygdina, var skipað fyri hugnað um løtuna, tá jólatræið varð tendrað.

Klaksvíkar Hornorkestur setti dám á løtuna og fitt av fólki, bæði vaksnum og børnum møttu til løtuna. Tað var Sigmar Høgnesen, ið helt røðuna.

Sigmar segði milllum annað, at hóast hann í faðirættina er ættaður av Oyri, so er hann ikki barnvaksin har, men setti sjálvur búgv har fyri umleið 35 árum síðani.

Hann mintist, at tey sum børn plagdu saman við foreldrunum at fara út á Oyrar at halda jól, og frá tí tíðini hevði hann nógv góð minnir. Hann segði eisini frá einu søgu, tá hann sum vaksin skuldi spæla jólamaður úti á Oyri og kom í rasshaft av einum hundi, ið helst helt Sigmar verða komnan frá eini aðrari planet, her hann gekk í reyðum og stórum skeggi.

Hornorkestrið spældi fleiri jólaløg og eftir at Jan Askham, ið beyð okkum vælkomin tá løtan byrjaði, hevði takka hornorkestrinum og røðaranum, bjóðaði hann øllum inn í stóru garaguna hjá Magna, har borðreitt var við kaffi, sunkist og køkum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…