Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvannasunds kommuna samtykt fíggjarætlan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.12.2017 - 00:27 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Bygdaráðið í Hvannasunds Kommunu samtykti mánakvøldi 11. desember endaliga fíggjarætlanina fyri 2018.

Fíggjarætlanin vísir eitt avlop á kr. 1.613.000,-  tá rentur og avdrøg eru goldin. Samlaðu inntøkurnar eru mettar til kr. 17.586.000,- íroknað afturbering fyri eldraøki. Samlaði raksturin, íroknað eldraøkið, er mettur til kr. 13.421.000,- og íløgur verða gjørdar fyri kr. 1.800.000,-  Íløgurnar fevna millum annað um spælipláss, vegir og liðugtgerð av kloakkum.

Skattaprosentið fer niður á 19,75% og barnafrádrátturin verður óbroyttur kr. 7.000,-

Bygdaráðið samtykti eisini, at uppraðfesta borgarstjórastarvið til fulltíðarstarv. Hetta merkir, at Irdi Jacobsen frá 1. Jan 2018 verður borgarstjóri fulla tíð, og samstundis fer í farloyvi frá Miðnámi á Kambsdali, har hon hevur starvast sum lærari síðani 2013.

Tað gongur væl í Hvannasunds Kommunu. Kommunan hevur seinastu tvey árini havt umleið 20% vøkstur í persónsskattinum um árið. Nettoognin hjá kommununi er í dag umleið 4 mió, sum svarar til ein triðing av álíkningini komandi ár.

Skúlin á Fossánesi varð útbygdur í 2009, og í 2012 lat nýggjur dagstovnur upp við vøggustovu, barnagarðsstovu og frítíðarskúla frá 1 til 3 flokk. Gjaldið á dagstovninum er millum tey lægstu í landinum og stovnurin hevur tøk pláss.

Hvannasunds Kommuna er væl brynjað til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, og hevur í dag samstørv við Klaksvíkar kommunu, um m.a. eldraøki, barnavernd, tilbúgving og framhaldsdeild.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund