Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatrøini á Kalsoynni tendraði - Fyrst Trøllanes

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.12.2017 - 13:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið skipaði Klaksvíkar Kommuna fyri, at jólatrøðini á Trøllanesi, Mikladali, Húsum og á Syðradalið vóru tendrað. Hetta eru sum kunnugt fyrstu jólini har allar bygdirnar í Kalsoynni eru undir Klaksvíkar Kommunu.

Tað var staðbundni maðurin hjá kommununi í oynni, Jákup Marner Anthoniussen, ið var tekniski leiðarin á ferðini. Kommunan hevði skipað fyri at ein bussur hjá Askham Bussar var í oynni at flyta hornorkestrið bygd av bygd við fylgi.

Norðlýsið var við á hesi sera hugnaligu ferðini. Byrjað var á Varpinum, har Sam tók fylgið úr Klaksvík við til Syðradals. Á Syðradali stóð Olivar Askham fyri okkum við bussi sínum og vit koyrdu beinleiðis til Trøllanesar.

Veðrið var sera gott og Klaksvíkar Hornorkestur gjørdi beinan vegin klárt til at spæla nakrar sangir. Teir spældi tveir ella trý løg áðrenn Markus í Norðnástovu helt eina stutta røðu áðrenn træið bleiv tendrað. Til høvið, hevði Markus skrivað sær niður fýra røður, eina til Trøllanes, eina til Mikladals, eina til Húsar og so eina til Syðradals.Aftaná spældi orkestrið aftur og síðani fingu vit, sum vóru í fylgi við Hornorkestrinum allan blíðskap og eitt gott prát inni hjá Eyðuni Eliasen og Anju ú Uppistovu, har gamli bóndin á Trøllanesi, Jógvan Joensen, eisini gav sítt íkast til prátið.

Røðan hjá Markusi í Norðnástovu á Trøllanesi kann lesast her:

”Eg og Jógvan Hans spældu í bø og haga”

Gott kvøld góðu gestir, tað er mær ein stórur heiður at sleppa at tendra jólatræðið her norðuri í kvøld. Sum 6 ára gamal, var eg til fostur í Uppistovu á Trøllanesi, hjá Ránvu og Rósmey í 4 mánar, tí foreldur míni vóru av oynni og vunnu sær heilsubót vegna sjúku.

Eg var vanur at vera úti í Húsinum, og hini systkini aðrastaðni í bygdini, tá var tað soleiðis at børnini gingu í skúla í ein mánaða í Mikladali, høvdu so frí í 14 dagar meðan lærarin var á Nesi og undirvísti í 14 dagar.

Eyðun skuldi í skúla

Eyðun skuldi norð í skúla og so halda Páskir har norðuri og eg fór við. Eyðun fór heimaftur í skúla, tá Páskini og skúlatíðin hjá honum vóru av, men eg bleiv eftir sum sonur í húsinum, ja tá feriufólkini og tey gomlu, Elsba og Óli vóru farin avstað aftur vóru vit 3 áleinaði í húsi, ja eg slapp at sova í millum. Seinni plagdu tey at skemta við at kanska var tað tí at tey vóru barnleys.

Eg var so har norðuri í einar 4 mánaðir og fór so heimaftur tá skúlin byrjaði um 20. August, í 1. klassa.

Kom Norð við Leynafossi

Hetta var ein rík og góð tíð, har eg og Jógvan Hans spældu í bø og haga. Tá Barskor kom norð fyri stíggin at lossa sluppu vit oman við, og eg minnist at onkuntíð komu systkin míni norðfyri við, at vinka til mín, og tað kendist gott. Bárður bóndi í Útistovu bleiv føddur meðan eg var her norðuri, minnist væl tað kvøldið hann kom norð við Leynafossi, so eg man verða komin nakað til árs tá eg minnist hettar.

Arbeiddi í Ánabeiti

Var so her norði og vitjaði av og á, men tá Tyrlupallurin bleiv gjørdur í 81, var eg her norðuri í knappan mána og arbeiddi niðri í Ánabeiti uppá pallin, og tá kom eg nógv nærri jólinum í hesi lítlu sera avskornu bygd, kom norður um 20. oktobur og var til 20. novembur, tá eg fór  til skips aftur við KVIKKI, tá var pallurin liðugur og bara eftir at stoypa.

Rósmey og Ránva fóru í fjósi kl 0630, vaktu meg kl 0730, vit ótu morgunmat og so vit báðir oman at arbeiða saman við Andras, Páll og Jógvan. Av teimum 4 er bara Jógvan eftir á lívi.

Lótu ikki skinnini av bygdini

Tá vit so høvdu eti náttverða um kvøldið, fóru vit báðir í fjósið, og Ránva settist at binda, seyma, hekla, klippa og evna jólagávur til, so longu síðst í oktobur osaði av jólum. Tað sama gjørdu tey í hinum báðum húsinum, ja í Innistovu vóru Anna og gamli Mikkjal eisini fit for fight, og var tað sera áhugavert at hyggja inn um kvøldarnar og fáða eitt prát við tey meðan tey evnaðu eitt ella annað til. Hetta heystið høvdu øll húskini gjørt av ikki at læta skinnini av bygdini, men rota tey og so seyma rotiskógvar og annað til jólagávur til at selja, tað var ein øgiligur deymur úr opnahjøllinum, meðan prosessin var í gongd. Kann skoyta uppí, at tá eg sum 6 ára gamal var í Uppistovu vóru Elsba og Óli sum sagt har, hon bant skipstroyggjur at selja og hann knýtti uppí.

 Í Trøllanestúni handan skegg og reyð klæði

Havi sum sagt ongantíð hildi jól á Nesi, og tó, síðani fyrst í 90'unum havi eg at kalla verði her í Trøllanestúni, handan skeggið og reyðu klæðini, og er tað eins stórt, rørandi og spennandi hvørjaferð, at síggja hesu glaðu barnaeyguni á ungum sum gomlum, ja ein ivast í, hvør er hvør, tí nú eru øll børn við ongum trupuleikum, men bara einari bjartari vón um sól og summar og glaðar dagar. Minnist jólaaftan her í túninum í 2005 ella 2006, tá 56 fólk vóru savnaði júst her, og var tað alt fólk, sum var og helt jól í hesum 5 húsinum, og var tað ein stór løta. Hvat serligt er so við jólinum, jú jól eru kærleiks hátíð best, tí Frelsarin læt seg føða.

 Til gongu til Mikadals

Í eini lítlari fjarskotnari bygd, sum hesari, er og var tað soleiðis, serliga fyrr, tá bygdin var avskorin, at til allar feriur var fult av fólki í øllum húsinum og feraðist og tók hond í ymiskt. Á Páskum, Hvítusunnu og so í gjøgnum alt summarið. So kom heystferian, børn og vaksin gingu á fjall um dagin, flettu og tóku upp um kvøldið, og spældu so úti alla náttina og summi leiddust hond í hond. Men so kom sunnudagurin, øll skuldu avstað til skúla og arbeiði aftur, var ókyrt var gingið til Mikladals og umborð á Barskor har, ella heilt heim til Húsar, og tey eftirbúgvandi sóðu ongan aftur fyrrenn á Páskum. Men í millum har komu so jólini og tá legði familian nógv fyri, fyri at verða saman her á jólum, og kundu gleðast saman og geva hvørjum øðrum gávur, havandi í huga Frelsaran, hin størsta gávan sum bleiv givin okkum um jólini av Himli, sum ljós heimsins í eini myrkari tíð. So hetta jólatræið minnir okkum aftur og aftur á at halda og hoyra saman, sum ljós á trænum og soleiðis aftur og aftur minnast Frelsaran sum bleiv føddur jólanátt, fyri at bjarga mannaættini.

 "Kennir tú hitt lítla barnið,

sum í Betlahem var føtt, Harran Jesus, sum á krossi fyri okkum hevur blótt, hann sum lærdi har í templinum, teir gomlu hinaferð, ja tað gleðir meg at siga at Hann í dag hin sami er."

So læt okkum stremba eftir at fáða jól í hjárta, og ikki bara koma hvørjum ørðum við á jólum, men hvønn dag minnast barnið í krubbuni, Frelsaran á krossinum, og Himnakongin í dýrdini, sum vit skulu møta sum Frelsara í skýnum ein dag, um vit trúgva á Hann.

Ja tað er Himmal longu her at syndin fyrigivin er, til lands til sjós, hvat ger tað hvar, har Jesus er tað er Himmal har…. Gleðilig jól og takk fyri.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB