Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið á Húsum - Markus um ein gongutúr til Húsar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.12.2017 - 14:44 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sum í Hinum bygdunum í Kalsoynni, var eisini fitt av fólki møtt upp til løtuna saman við Klaksvíkar Hornorkestri, tá jólatræið skuldi tendrast. Tað var Gunnar Syderbø, sum saman við staðbundna manninum hjá Klaksvíkar Kommunu í Kalsoynni, Jákup Marner Anthoniussen, ið tendraði jólatræið.

Røðan hjá Markusi í Norðnastovu:

Gott kvøld góðu gestir og bygdafólk!

Í hinum báðum bygdunum, byrjaði eg við at tosa um bygdina og bygdarlívið, men nú eg eri komin heim til Húsar gerið eg beint øvut og taki jólini fyrst, tí tað er nakað heilt serligt við at koma inn um bøgarðarnar á Húsum, tað minnir meg á eina serliga jólahending, sum mær var fyri sum lítil smádrongur, og hendingin er hendan.

7 tímar av Mikladali til Húsar

Vit høvdu gjørt av at fara inn í Bø at halda nýggjár, vit fóru úr Mikladalstúni umleið kl. 1300, annan jóladag. Kavi var, so ferðin burdi tikið 3 tímar, men av tí at tað var so avbera nógvur kavi og so heilt øðrvísi líkindi, enn vit roknaðu við, tók ferðin okkum góðar 7 tímar.

Øll grótu, uttan eg og pápi

Tá bar ikki til at fáa eina feilfríða veðurforsøgn frá Hanus Kjølbro, sum ein jú kann í dag. Tá vit vóru komin í Ritudal, var okkum greitt at tað var ov seint at venda aftur, so vit hildu á, eg fremstur við togi um miðuna, hini hildu so øll í endan, pápi gekk mær næstur og stýrdi mær. Plagdi aftaná at reypa av, at øll grótu uttan eg og pápi.

Gravaðu og knossaðu okkum fram

Tá vit komu heim á Lunnarsgjógv var myrkt og langa lummalyktin við  eini 8-10 battaríum bleiv tendrað, men gakk har var okkurt hent, hon bara andi, ja sá út sum at ljósið dryppaði beint niður úr høvdinum á henni. So har var bara at royna sum fragast grava og knossa seg fram, har heimi var væl minni kavi, men fryst, so vit valdu at ganga væl omanfyri gøtuna so nakað var at lora av, um vit fóru á glið.

Pápi gleið bara eina ferð

Og vit gliðu og duttu ofta, tó pápi bara einaferð, ja hann var okkum ein tryggur vegvísari og kempari allan vegin heim, og komu vit loksins innum bøgarðarnar á Húsum og sóu ljósini úr bygdini skyggja í móti okkum. Ja, ein hevði hug at syngja: "Tá í ferðin er at enda og eg leggi inn í havn, tá eg síggja skal hin bjarta ljósa stað", á sum tað kendist gott. Tá sóu vit ein lastbil koma koyrandi við Jákup Norðuri í Stovu, handan rættið, visti ikki at slíkir funnust á Kallsoynni tá.

Í køkinum hjá Liljuni reyk av jólum

Mamma, pápi og vit báðir brøðirnir gistu hjá Lilluni og Emil í Lon, og systrarnar gistu hjá Astu og Jógvan á Heggi. Á sum tað var gott at koma í køkin hjá Lilluni, har reyk av jólum, á den blískapur, og tann góða kensla at føla at man hevði fyngið fast undir fótum eftir at hava verði úti í hálku og stórkava í stórum vanda. Foreldur míni duldu ikki fyri, at tey vóru Harranum takksom fyri at Hann hevði vart okkum øll 6 so væl. Kom at hugsa um niðurlagi sum sigur: "Hann gongur við lið mína, leiðir meg fram, Hann verður ei troyttur sum eg, við deyða á krossi Hann lívi mær vann, hann svíkur ei svíkur ei meg". Dagin eftir fóru vit til Klaksvíkar og fingu eina fína jóla- og nýggjarsferiu í Klaksvík kortini, Gud havi lov fyri tað.

Ein skuldi inn til skyldfólk, tað vóru treytirnar

Tað hevur altíð verði nakað serligt við Húsum, tí um tað ikki var lendandi í Mikladali, ja so fór man í land á Húsum inn til vertsfólkini sum vóru tey føstu til ymisku húsini. Eg skuldi altíð inn á Geil til trímenning mín Fridu, tað var sera troyttandi, ikki tí, hon var bæði blíð og tí, og tað var trupuleikin. Fyrst fekk man eina búrmáltíð, og so eitt ½ bakarí, at bera norð við uppá beráð um ein fekk maktaloysi. Men hatta vóru treytirnar, ein skuldi inn til skyldfólkini og tað var sera gott kortini. Tá eg so gekk í 7 flokki í Klaksvík og fór norð í vikuskiftinum, tordi eg ikki at fara norð at prøva, bangin um ikki at sleppa uppá land, skula við á Nes, so um fjørðin til Kunoyar, og so deyður í sjóverki upp á land, fyri so at ganga norð. So eg valdi at fara í land og ganga norð fyri at spara sjóverkin, og tó, nú havi eg verið sjómaður í 40 ár.

Húsar hjartað í sambandinum

Í 71 byrjaði vegarbeiði norð eftir oyggj, í 76  arbeiddi eg á vegnum frá mai til oktober. Vit gingu heim í Miðardal hvønn morgun. Í 79 arbeiddi eg aftur á vegnum og búði í Beiti, tá eg arbeiddi yvir, ella um ikki var gangandi norð. Tað var stuttligt at koma meir í samband við hettar fólk og var hettar ein lærurík tíð. Vit høvdu altíð jólahald í kantinuni og tað sjóðaði okkum meiri saman, vit arbeiddu fyri tað mesta í vaktum, so hetta var sera gott fyri okkum allar og samanhaldið. Tá so holi kom í gjøgnum, bleiv Húsar hjarta í sambandinum hjá okkum, líka til ferjulegan kom í 2005.

Tá Barskor kom við vøru og fólki

Til allar feriur er mest fólk fari norðureftir til Mikladals og Trøllanes at ferðast og tað ger tað enn, men undantakið er á jólum. Her eru altíð sera nógvir jóla- og nýggjársgestir. Á Húsakei var tað altíð sera hugna- og rokaligt, tá Barskor kom við vøru og ferðafólki, og so tá allir jólagestirnir komu til Húsar, ja tað var "liv og glade dage" og jólarómur á keiini. Tá so eg saman við øðrum havi vitja handan skeggið jólaaftan havi eg sæð, at í øllum jólaresinum seta tey Frelsaran í fokus og minnast heimsins ljós og hvønn týdning Hann fekk fyri mannaættina.

”Legg teg í frelsarans armar”

Tá hugsi eg altíð um boðini í hirðarnir fingu jólanátt, at tykkum er í dag ein frelsari føddur, hesa nátt tá himmalin lýsti upp og einglar í 1000 tali, flugu runt og prísaðu Gudi.

Tí skal tað verða mín jólaheilsan, ynski og bøn, at tá tit aftur í ár verða ríkaði við nógvum jólagestum, øllum tykkara kæru og bygda fólki annars, at tit seta Barnið í fokus, sum træið og tit ljósini á trænum. Hvílið í hesum, so tit ikki bara á jólum, men altíð eru hansara og fáa jólagleði í hjarta, sum ikki bara heldur á jólum, men alt árið og ikki bara minnast hann sum barnið í krubbuni, men eisini sum frelsaran, sum vann  tykkum eina æviga jólagávu á krossinum, sum tit kunnu ogna tykkum við trúgv, tí "Hann er ikki her, men er risin upp, og er heima í dýrdini og ger tykkum ein stað til reiðar".

"Legg teg í Frelsarans armar...."

Gleðilig jól øll somul.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…