Lýsing
Lýsing

Jólatræið á Syðradali og eitt køkuhús

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.12.2017 - 15:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Túrurin hjá okkum, sum komu úr Klaksvík saman við Klaksvíkar Hornorkestur yvir á Kalsoynna at vera við til løtuna har jólatrøini í kommununi blivu tendrað, endaði á Syðradali.

Sum allastaðni har vit komu í gjárkvøldið vóru vit sera væl móttikin. Poulina Eliasen nýtti eisini høvið at minna meg á, at eitt jólatræ eisini stóð tendrað við minnisvarðan. Harafturat vísti Poulina mær inn í stovu sína, har sonurin hevði gjørt eitt framúr hugnaligt køkuhús við tilhoyrandi neystið (Mynd í myndasavninum). Jólatræið var sett upp á hugnaliga økinum niðanfyri skúlan og Klaksvíkar Hornorkestur riggaði seg beinan vegin til niðanfyri skúlan, har fólkið í bygdini var savnað.

Eftir sera hugnaligu og vælspældu løgini hjá Klaksvíkar Hornorkestri, helt Markus í Nornástovu sína fjórðu røðu hetta kvøldið. Eftir røðu hansara, var boðið inn í skúlan, har Poulina og tey á Húsum høvdu borðreitt við øllum góðum og prátið gekk lystiliga. 

Eftir hugnaløtuna í skúlanum á Syðradali var farið aftur til Klaksvíkar við Sam. Sam kundi ikki brúka ferjuleguna í gjárkvøldið, orsakað av at rampan var undir umvæling, tí tók Sam ikki bilar og legði at gomlu atløgubryggjuni á Mikladali. 

Fyri okkum, sum ferðaðust á tveimum beinum, riggaði gamli pierurin líka so væl sum modernaða rampan, tað sigur eisini eitt sindur um ymisku umstøðurnar, sum Sam kann nýtast undir - helst eitt studium vert hjá skipsbyggjarum, nú Sam sigst ikki at vera tíðarhóskandi.

Niðanfyri er røðan, sum Markus í Norðnástovu helt á Syðradali.

Góðu gestir og bygdafólk!

So vóru vit á Syðradali, og sigur tú Syðradalur, so sigur tú frælsi, tí hetta frælsi sum norðaru bygdirnar fingu við ferjuleguni í 2005, hevur Syðradalur altíð haft. Gamalt var at veðrið var ongantíð so ringt á sumri ella vetri, at tað ikki var lendandi her minst 2 ferðir á døgninum. Syðradalur er tann minsta bygdin, løgið nokk, ella er tað tað?, tí tunlarnir gjørdu tað, at bygdirnar norðanfyri fóru at vaksa, og tá so kreppan kom í 92, komu fleiri av teimum á Húsum yviraftur, so bygdin sum var minka ár undan ári, fór at vaksa við ferð, meðan Syðradalur, sum var komin niður á eitt húski, hvørki vaks ella minkaði.

Tú kanst búgva í Klaksvík og røkja Syðradal

Umstøðurnar vóru jú onki broyttar har, fólkið sum var flutt inn til Klaksvíkar, var ikki bundi av Barskor, men ferðaðist nógv í millum við egnum báti, og tað er nokk tað, tú kanst búgva í Klaksvík og tó røkja títt knæbønda virsemi á Syrðadali og verða við til øll tiltøk sum eru her gjøgnum ári, tí frástøðan til meginlandið er stutt og møguleikarnir at koma skjótt yvir og sleppa innaftur, tá ein vil, eru sera góðir. Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl tey fastbúgvandi og tey sum búgva í Klaksvík og hava røtur her, sammstarva. Her er væl av fólki, fyri ein stóran part av árinum, sum røkir hús, bø og haga, ja bygdina og savnandi tiltøk, bygd og fólki at frama, tó so, fá búgva ordiliga fast.

 ”Sig SAM”

Nú er knappliga nógv mest virksemi heimi á Syrðadalskei, tí øll skulu umvegis ferjuleguna við SAM, tey søgdu fyrr, at tá so nógvir Fugloyingar sigldu við Seglhúsbátunum, var tað tað fyrsta ið foreldrini lærdu síni børn at siga, Banis, ikki mamma ella babba. Sama er her í allari oynni í dag, vit læra okkara børn og Abba/Ommubørn allar fyrst at siga SAM, ella sum Fugloyingar søgdu, "sig Bánis", siga vit, "sig SAM".

Hetta frælsi, sum vit fingu, leiðir okkum um jólini til hitt veruliga frælsi, sum vit fingu av hæddini, tá Gud sendi son sín í heimin jólanátt, fyri at frelsa mannaættina og geva okkum tað verðuliga frælsi, "tí so elskaði Gud heimin at hann gav son sín hin einborna fyri at hvør tann sum trýr á hann ikki skal fortapast, men hava ævit lív", minnir okkum á, at óansæð hvar vit eru, í stórbýi ella her í hesi vøkru bygd, so ynskir Gud gjøgnum son sín, at veita okkum tað stóru jólagleðina og vónina um eitt ævigt lív heima í himli, saman við honum ein dag. Jesus segði jú við sínar meðan Hann var her niðri, at "frið mín gevi eg tykkum, ikki sum heimurin gevur gevi eg tykkum", og tað er akkurát hetta við friðinum sum hugtekur meg og serliga um jólini, tí mitt í hesum ótrygga og ófriðaliga heimi, veitur Hann okkum sín frið, hendan friðin, sum jólini lýsa so væl.

Ov stuttir til jólini

Nú havi eg havt hjallin á sjónum alt mítt lív og mangan hildið jól umborð, tá leita tankarnir á ein serligan hátt, heim á klettarnar til míni kæru, tí á jólum ynskja vit at vera saman og gleðast saman. Tey fyrstu mongu árini eg sigldi lukkaðist tað ofta akkurát at klára heim til jóla, ja fleiri ferð eri eg komin heim Tollaksmessudag og enntá sjálvan jólaaftan, men aðrar tíðir eri eg farin úr Føroyum ½ september og komin heim seint í Januar. Ja jólini í 14 vóru vit lidnir við kvotuna 2. jóladag og pressaðu heim til nýggjárs, men vóru ov stuttir og komu á pollin kl. 04.00 nýggjársdag, og aftur í fjør vóru vit burtur á jólum og nýggjárinum. Fóru at sigla heim 6. januar í ár, um miðnáttina 12. januar, løgdu vit bakk á Borðoyavík, stútaðu alt tað leysa, tí tað var so nógv farið av rulli hesa ódnarferð, og løgdu at kei kl. 10.00, 13. januar.

 Jólini umborð

Men jólini umborð eru altíð sera góð kortini, vit halda jól á sama hátt sum tit heima, minnast barnið í krubbuni, sum er ljós heimsins. Syngja jólasangir, lesa jólaevangeliði, eta okkum um rygg og njóta sammveruna. Vit hava eisini møti 1. jóladag, eri eg so heppin, at tey seinastu 15 árini hevur tað unst okkum at hava møti, at kalla hvønn sunnudag og soleiðis saman kunna gera Harran Jesus stóran.

Tá ein er burtur á jólum, leita tankarnir heim til tey kæru og vit leggja nógv fyri, fyri at fáa samband heim jólaaftan ella so skjótt sum tilber eftir tað. Fyrr var tað ikki so einkult, havi nakrar ferðir hildi jól yviri á Labrador. Ein samtala sum ongin annar hoyrdi kostaði 60 kr. per min. um dagin, og 30 kr. um náttina, men so var tilboð á jólum, til 1. januar, tá var tað 20 kr. aftaná kl. 18.00 um kvøldi. Tað hildu vit verða tað reina luksus, í dag er sambandið so gott, at tú tosar og skypar, fyri næstan onki, akkurát tá tú vil og sendir myndir av jólunum umborð heim og tey yvir, so nógv er broytt til tað betra. So gott sum alt er umborð og lítið ørðvísi, enn tá eg eri heima á jólum, men so er tað hetta at tað gevur ein serligan jólafrið at verða heima saman við sínum á jólum, og kenna og merkja gleðina og friðin.

 Fýra mánaðar burtur

Kann til stuttleika nevna ein jólaaftan umborð á gamla Enniberg, meini tað var seint í 80'unum. Høvdu verið 4 mánaðir burtur jólaftan, manglaðu 100 tons í last, hildu so jól og pakkaðu upp. Tá so Jólamaðurin handaði skiparanum pakkan og spurdi nær hann ætlaði heim, bleiv ein øgiligur látur.

Góðu Syðradalsfólk, nú oyggin øll er farin undir stórabeiggja í Klaksvík, vil eg ynskja tykkum eini serliga góð og gleðilig jól, veit av royndum, at stóribeiggi har inni, vil taka sær væl av tykkum.

Eins og jólini minna okkum á Jesusbarnið í krubbuni, frelsaran á krossinum og Himnakongin í dýrdini, sum kann geva okkum jól í hjarta í allar ævir um vit ynskja tað, og vit skulu møta honum í skýnum, í trúgv ein dag. Siteri "Hann livir, ja hann livir..."

Gleðilig jól øll somul.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin