Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eini grøn og gleðilig jól!

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  15.12.2017 - 00:18 Lesarabrøv Tíðindi

Tað gleðir meg, at umhvørvis- og orkupolitikkurin hjá Klaksvíkar kommunu, í kvøld er samtyktur av býráðnum. Umhvørvi og orka eru tvey hugtøk, sum gerast alsamt meiri sjónlig og týdningarmikil í okkara gerandisdegi. Nýggjar tíðir seta nýggj krøv, men geva samstundis nýggjar møguleikar. Vit eru meira tilvitaði um okkara ríkidømi, vit vilja og velja at røkja okkara arv. Hendan arv, sum vit einans hava í varðveitslu vegna okkara eftirkomarar.

Nú stundar jólahátíðin til, og ljósini og friðurin geva okkum eina ábending um tað menniskjaliga. Tað at vera nakað, nakað fyri hvønn annan, samfelagið, og ikki minst okkum sjálvi. Myrkrið minnir okkum á ljósið. Ljósini vísa okkum á, at tað altíð er ein vón. Hugnin, at vit hava tørv á hvørjum øðrum, vera saman og njóta tilveruna. Vit hava nógv at gleðast um og takka fyri. Skulu vit vera heil og eitt við okkum sjálvi, og okkara náttúru, er neyðugt at røkja bæði til fjals og fjøru, náttúruliga og menniskjaliga.

Mín vón skal vera, at vit komandi ár seta sjóneykuna á røkt og upprudding runt um í kommununi. Við einum umhvørvis- og orkupolitikki, og eini játtan  til býarfríðkan, umhvørvistiltøk og viðlíkahald av vegum á 5,3 mió. kr., eru lunnar lagdir undir eina enn vakrari, reinari og fríðari kommunu.

Eg vil við hesum takka tykkum øllum fyri árið, ið skjótt runnið er, og ynskja tykkum øllum eini grøn og gleðilig jól! J

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik