Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Krubban og krossurin, sum jarnbrot

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.12.2017 - 00:20 Bloggur Mentan Tíðindi

Tvey av aðalsymbolunum í kristindóminum eru krubban og krossurin. Bæði eru tekin um hjálparloysi og avmakt. Hjálparleysa barnið í krubbuni eru eitt kosmiskt neyðarróp til Guðs og til menniskju: Hjálp mær, hjúkla um meg! Krossurin er eitt kosmiskt tekin um kærleikan, ið offrar alt – Skaparin, ið sýnir sítt veldi í síni avmakt. Krossurin er eisini mótmælið Skaparans móti øllum jarðiskum veldi og valdsnýtslu.

Kristni boðskapurin hongur í millum hesi bæði, krubbuna og krossin. Kærleikan, ið kom til okkara í barninum, og kærleiki, ið fullgjørdi verkið á krossinum, og fekk innsigli Skaparans páskamorgum.

Kortini hevur kristni boðskapurin, krubban og krossurin verið nýtt sum valdsvápn, sum kúðannareyðkennir og sum jarnbrot gjøgnum alla ta kristnu søguna.  Og heldur ikki um okkara leiðir er tað frítt fyri at so er! Tinglimir smæðast ikki fyri av avreiða moral fyri tosk, trúarsannføring fyri tunellir og Jesus fyri hægri avgjøld á ymiskar vørur.

Aðalsymbolini, hjálparleysa barnið í krubbuni og líðandi deyðadømdi maðurin á krossinum, hava verið býtt um við valdsgerðir, valdsmisnýtslu, kúgan, diskriminatión og rossahandlar av ringasta slag.

Í landinum har einglarnir sungu:”Friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!” hevur valda ófriður líka síðani, tí bara tey fæstu hava fatað, at friðurin, jólafriðurin eigur at koma innanífrá í okkum menniskjum. Uttan frið innaní okkum sjálvum, verður ongin friður rundan um okkum!

At gera kristindómin til lógarreligión og rossahandil, verður aldrin kristindómur, tí kristindómurin eigur at spríkja innanífrá í okkum sjálvum, sum ein guðdómlig náðinnar og kærleikans kelda. Sjálvandi er tað neyðugt at hava lógir og reglur í einum skipaðum samfelag. Men, lógir og reglur skapa ikki eitt kristi samfelag!  Eyðmjúk, virðandi og elskandi menniskju eru fortreytin fyri einum kristnum samfelag.

Krubban og krossurin eru ikki jarnbrot ella valdstól, men ein bøn til Skaparans um kærleika, og eini boð frá Skaparanum um kærleika – í hesum báðum er jólafriðurin!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum