Lýsing
Lýsing
Lýsing

Herda verkfallið setur lív og heilsu í vanda

SKRIVAÐ: Alannaverkið  |  15.12.2017 - 10:22 Lesarabrøv Politikkur Tíðindaskriv

Fær Almannaverkið ikki undantøk í fráboðaða herda verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag, verður lív og heilsa hjá 253 borgarum sett í vanda.

 

Starvsfólk og leiðsla í Almannaverkinum hevur mett um førleikar og tørvin hjá hvørjum einasta borgara, sum fær tænastu frá Almannaverkinum. Borgara fyri borgara er raðfest um tænastan kann verða tikin frá viðkomandi, uttan at lív og heilsa verður sett í vanda.

 

Meginreglurnar fyri metingini eru hesar:

 

·       Talan er um vanda fyri lív og heilsu hjá teimum borgarum, har Almannaverkið er teirra heim, og har óhjálpni ger, at neyðugt er við støðugari hjáveru.

·       Talan er um vanda fyri lívi hjá teimum borgarum, har Almannaverkið veitir stuðulsfyriskipanir í borgarans egna heimi, og har lívsneyðugt er við støðugari hjáveru. Sum dømi kann nevnast børn og vaksin við andingartóli, har sjálvt styttrivarandi frávera hevur álvarsligan vanda fyri lívi við sær.

 

Niðurstøðan er, at um ikki Almannaverkið fær undantøk fyri í minsta lagi 141 starvsfólk í fráboðaða verkfallinum, so kann Almannaverkið ikki standa inni fyri trygdini og heilsuni hjá í minsta lagi 253 borgarum. 

 

Hvørt starvsfólk ábyrgdina av trimum borgarum
Fráboðaða herda verkfallið rakar serliga hart allar 12 eindirnar í Trivnaðardeplunum í Almannaverkinum, har tilsamans 589 starvsfólk starvast eftir sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Hesi starvsfólk eru í gerandisdegnum um, stuðla og hjálpa hundraðtals borgarum.

 

Men hjá 253 av hesum borgarum stendur tað um lív ella heilsu, fær Almannaverkið ikki undantak fyri 141 limir í Føroya Pedagogfelag. Fyri at standa inni fyri trygdini hjá hesum 253 borgarum, er tørvur á í minsta lagi 270 starvsfólkum. Á verkfalsraktu stovnunum eru 129 starvsfólk ikki fevnd av verkfallinum, og tískil er tørvur á 141 starvsfólkum afturat.

 

Hesi 270 starvsfólkini mugu vera til arbeiðis alt samdøgrið á 39 ymiskum stovnum um alt landið, umframt á 9 serligum einstaklinga fyriskipanum. Á flestu av hesum 48 støðunum mugu starvsfólk vera til staðar 24 tímar um samdøgrið, allar 7 dagar um vikuna. 

 

Á hesum stovnum er talan um krevjandi arbeiðsumstøður. Á summum stovnum er neyðugt við fleiri starvsfólkum bara fyri at koma í gjøgnum ein vanligan gerandisdag, meðan á øðrum stovnum er støðan tann, at uttan minsta talið av starvsfólkum veksur vandin fyri eitt nú harðskapi ella øðrum ágangi.

 

Tað er eyðsæð at 270 starvsfólk er treytaleyst minsta talið av starvsfólkum, sum skal til, um lív og heilsa hjá borgarum og starvsfólkum skal tryggjast. Tí tá hevur hvørt starvsfólk -  í miðal - ábyrgdina av trimum borgarum, sum hava stóran tørv á hjálp. 

 

Tørvurin hjá einstøku eindunum:

 

·       Eind 1                                                                  18 borgarar hava tørv á 22 starvsfólkum, men einans 2 starvsfólk eru tøk um                                                   verkfallið fær virknað.

·       Eind 2                                                                  22 borgarar hava tørv á 23 starvsfólkum, men einans 6 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 3                                                                  9 borgarar hava tørv á 10 starvsfólkum, men einans 5 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 4                                                                  25 borgarar hava tørv á 33 starvsfólkum, men einans 24 eru tøk.

·       Eind 5                                                                  24 borgarar hava tørv á 17 starvsfólkum, men einans 11 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 6                                                                  27 borgarar hava tørv á 18 starvsfólkum, men einans 8 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 7                                                                  24 borgarar hava tørv á 43 starvsfólkum, men einans 14 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 8                                                                  28 borgarar hava tørv á 41 starvsfólkum, men einans 30 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 9                                                                  Øll verkstøðini lata aftur

·       Eind 10                                                               33 borgarar hava tørv á 20 starvsfólkum, men einans 7 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 11                                                               4 borgarar hava tørv á 21 starvsfólkum, men einans 14 starvsfólk eru tøk.

·       Eind 12                                                               39 borgarar hava tørv á 22 starvsfólkum, men einans 8 starvsfólk eru tøk.

 

Tilsamans er tørvur á, at í minsta lagi 141 starvsfólk fáa undantak frá verkfallinum um lív og heilsa ikki skal setast í vanda hjá 253 borgarum.

 

Almannaverkið virðir verkfallið
Almannaverkið virðir spælireglurnar, tá sáttmálaósemja er á einum fakøki. Tað merkir, at Almannaverkið kann ikki flyta starvsfólk millum ymsu starvsøkini hjá stovninum, fyri at nøkta tørvin. Tey einastu starvsfólkini, sum Almannaverkið flytur í hesi kreppustøðu eru teir pedagogar, sum eru settir sum tænastumenn.

 

Almannaverkið hevur ikki biðið um undantak fyri alt virksemi. Tað merkir, at alt dagvirksemi heldur uppat í verkfallinum. Tað eru eitt nú verkstøð, verkhús og frítíðartilboð hjá Almannaverkinum. Felags fyri hesi tilboð er, at tey eru ætlað at veita avvarðandi møguleikan at røkja sítt arbeiði og hava ein vanligan gerandisdag, og at geva borgarunum mennandi pedagogisk tilboð og ein innihaldsríkan gerandisdag.  

 

Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag rakar Almannaverkið meint. Men samstundis er neyðugt at gera vart við, at allar almannaveitingar, hjálpartól, endurvenjingin og øll sosialráðgeving virkar sum vant.

 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum

Nærri upplýsingar fáast frá Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum á telefon 210503

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund