Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avhoyringarnar av Løgmanni og landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum verða í komandi viku

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.12.2017 - 11:49 Politikkur Tíðindi

Kristina Samuelsen, advokatur, sum løgtingið setti at kanna um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hjátt í sambandi við flyting av veiðuloyvum og um løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt politisku og embætisliga handvaringina og ábyrgdina av málinum tá veiðuloyvi  ólógliga vóru flutt frá línuskip til uppsjóvarfisk, væntar at endaliga frágreiðingin  verður liðug tíðliga í vár.

Kristina Samuelsen, advokatur sigur at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, verður avhoyrdur týsmorgunin kl. 9 og avsettir eru tríggir tímar til avhoyringina.

- Eg havi fingið at vita frá Fiskimálaráðnum at trúnaðarstemplaðu skjølini og brúk av teimum ikki eru ein forðing fyri, at eg taki avgerð um at lata almenningin vera til staðar í sambandi við avhoyringarnar skjøl, sum vóru stempla at verða í trúnaði nú kunnu verða løgd alment fram og tí verða avhoyringarnar opnar fyri almenninginum.

- Loyvt verður ikki at taka myndir ella at gera upptøkur av avhoyringunum, men loyvt verður hjá miðlunum at endurgeva tað sum sagt verður.

- Í samband við avhoyringarnar havi eg fingið mær ein spyrjara sum tekur sær av sjálvum avhoyringunum. Allar avhoyringarnar eru gjørdar í Føroya Rætti og eru festar á band. Tá frágreiðingin og niðurstøðan eru latin Løgtinginum fer løgtingið at avgera hvørt avhoyringarnar skulu almannakunngerast, sigur Kristina Samuelsen.

 

Kanningarstjórin metir ikki at hon er ógegnið

Kristina Samuelsen, sum er sett at kannað metur sjálv at hon er fult gegnið at avhoyra og kannað landsstýrismannin í Fiskivinnumálum,  hóast hon til fyri kortum arbeiddi fyri landsstýrismannin.

- Tað er rætt at eg var partur av tí sokallað serfrøðingabólkinum, sum landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, setti at gera eitt tilmæli um nýskipan av fiskivinnuni. Í  samband við hetta arbeiddu eisini tætt saman við einum skrivara toymi, sum var mannaður av embætis fólkum úr Fiskimálaráðnum, men eg meti ikki at hetta er nøkur forðing fyri at eg sum kanningarstjóri kann gera mítt arbeiði.

Sambært Kristinu Samuelsen, kanningarstjóra, væntar hon at kanningin verður liðug tíðliga í vár

Avhoyringin av  Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum verður sum sagt týsmorgunin kl. 9 og avhoyringin av Føroya Løgmanni verður mikudagin kl. 9. Kanningarstjórin heitur á tey sum ynskja at verða til staðar um at møta stundisliga og verða til staðar tá avhoyringarnar byrja, soleiðis at avhoyringarnar ikki verða órógvaðar av fólki sum koma og fara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar