Lýsing
Lýsing

At yvirliva í Eysturoynni

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  15.12.2017 - 14:57 Bloggur Mentan Tíðindi

Tey flestu sum búgva í Eysturoynni, eru uppvaksin har. At flyta hagar virkar ikki sum nakað, man ger frívilliga. Eysturoyggin liggur mitt í spenningsfeltinum millum nógv teir størstu rivalarnar í Føroyum, Tórshavn og Klaksvík. Men hvat ger man ikki fyri sín maka, ið er haðani? Her er ein stutt yvirlivingar-guide frá einum, ið hevur búð í Eysturoy í 10 ár, til tey sum umhugsa at gera nakað líka svakt.

 

● Tað størsta mentanarsjokkið, ein kemur út fyri í Eysturoy, er uttan iva stóra talið av kakum, sum verður sett til lívs í Eysturoy. Ein føðingardagur (vent verður aftur til teir seinni), brúdleyp ella onnur veitsla roknar við eini heilari kaku pr. kuvert. Tú mást eisini venja teg við, at í Eysturoynni er vanligt at hava kakur við sær í veitslu, og at 400 fólk koma í eitt brúdleyp. So “køkuborð” er eitt fleirtalsorð í Eysturoy.

 

 ● Øll í Eysturoynni hava koyrikort. Tey fingu tað sama dagin, tey fyltu 18. Hevur tú onki koyrikort, mást tú innstilla teg uppá at vera uttanfyri til tað mesta. Eisini hava øll í Eysturoynni ein bil fyri hvørt koyrikortið, og vanliga ein gamlan í túninum eisini at taka reservadeilir av. At fimm bilar standa í túninum nýtist sostatt ikki at merkja, at nakar hevur gestir, bert at húsfólkið hevur tvey børn yvir 18. Mangir navnframir eysturoyingar eru eisini føddir í bilum.

 

 ● Føðingardagar eru nakað heilt serligt í Eysturoynni. Tað verður roknað við, at tú gongur í føðingardag hjá systkjunum hjá maka tínum, systkinabørnunum, trímenningunum, fermenningunum, umframt makunum og børnunum hjá hesum. Harumframt hjá mostrum, fastrum, mammu- og pápabeiggjum, umframt makunum hjá teimum. Hjá Gummum, gubbum, ommum, abbum, og makunum hjá teimum somuleiðis. Gingið verður í fleiri føðingardagar enn hetta, men sum tilflytara eru tað einans hesir, har tað verður roknað við tær fyri fyrst. Og hav kaku við.

 

 ● Í Eysturoynni er sosial samvera kynstreytað. Ert tú boðin í eitt størri selskap í einum privathúsum, ver fyrireikað/ur uppá, at stovurnar í húsinum, hóast sera stórar, standa tómar. Eysturoyarkvinnur ynda nevniliga at savnast í køkinum, og tað er ikki neyðugt at spyrja um man skal vaska upp fyri vertin. Tað er bara at fara í gongd. Menninir savnast hinvegin í garaguni. Har verða kaldar Föroya Bjór ad libitum hivaðar beinleiðis upp úr ølkassunum, sum eisini verða brúktir til stólar, og trektar upp við skrúvubløðum. Minst bara til, at loyvt er ikki at hava ølirnar við sær longur inn í húsið.

 

 ● Tað kann vera trupult at vita, hvør er vinur, og hvør er fíggindi. Hetta hevur nógv við slekt at gera, og er tí ymiskt frá ætt til ætt. Sum tummilfingurreglu kanst tú vænta, at tey í grannabygdini eru tínir erkafíggindar. Runavíkingar orka ikki gronina í teimum av Toftum, fuglfirðingar ikki í gøtumonnum, strandingar ikki í teimum av Skála og so framvegis. Hugsa Tórshavn vs. Klaksvík her.

 

Sum heild eru eysturoyingar sera blíðir og fittir, og minna sostatt nógv um okkum úr Klaksvík. Teir eru onki at hvørki ræðast ella smæðast, taka fegnir eina hond í at hjálpa sínum grannum, og eru altíð til at heita á. Verður tú boðin inn til ein eysturoying, skalt tú ikki ivast í at fara, tí gestablídnið er størri í Eysturoynni enn nakra aðrastaðni. Hav bara eina kaku við.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin