Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráboðaða verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag óheimilað

SKRIVAÐ: Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum  |  15.12.2017 - 23:38 Tíðindaskriv Tíðindi

Tað er ein stórur lætti fyri borgarar og avvarðandi, at Fasti Gerðarættur hevur avgjørt at fráboðaða víðkaða verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er óheimilað

Fyri Almannaverkið, borgarar og avvarðandi er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarætti ein avgerð, sum slær fast, at fremsta atlitið er - og skal vera - lív og heilsa hjá borgarum og starvsfólki.

Fasti Gerðarættur staðfestir at fráboðaða verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er óheimilað, tí at tað ikki í seinasta lagi samstundis eru givin ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk. 

Serkunnleikin í Almannaverkinum skal takast í álvara

So skjótt, sum tað vóru ábendingar um, at Almannaverkið fór at vera rakt av verkfalli á økinum hjá Føroya Pedagogfelag, fóru starvsfólk og leiðsla í Almannaverkinum undir at finna út av minsta tali av starvsfólki, sum neyðugt var at biðja um undantak fyri verkfalli.

Borgara fyri borgara var mett um tørvin og vandan fyri lív og heilsu, við tí fyri eyga at meta um, hvussu nógv starvsfólk í minsta lagi tørvur er á.

Starvsfólk og leiðsla hava gjørt eitt framúr væl úr hondum greitt arbeiði, sum lýsir avleiðingarnar av ætlaða verkfallinum. Eitt fakliga væl undirbygt arbeiði, sum einans hevur lív og heilsu hjá okkara borgarum og starvsfólki fyri eyga.

Ein lætti at fakligu atlitini vinna frama

Fasti Gerðarættur sigur í úrskurðinum soleiðis:

"Føroya Pedagogfelag átti tí í sambandi við, at tey lýstu herda verkfallið, ítøkiliga at havt viðgjørt tørvin á undantøkum. Somuleiðis skuldi greitt verið fráboðað Fíggjarmálaráðnum, hvørji undantøk fóru at vera givin, so at Almannaverkið kundi fyrihalda seg til støðuna og leggja arbeiðið til rættis undir arbeiðssteðginum."

Almannaverkið fegnast um, at Fasti Gerðarættur hevur sligið fast at ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk, skulu vera avtalaði áðrenn verkfall verður lýst. Tað boðar frá einari tryggari og betri framtíð fyri bæði borgarar og starvsfólk í Almannaverkinum. 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…