Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Álvur Haraldsen

Erling spælir - fyribils - ikki í 2018

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.12.2017 - 13:35 Ítrottur Tíðindi

Miðverjin hjá Víkingi greiðir frá sínum ætlanum í 2018.

Erling D. Jacobsen, miðverji hjá Víkingi gjøgnum nógv ár, verður ikki at síggja á vøllinum í Effodeildini í 2018, í øllum førum ikki fyrstu mánaðirnar.

 

 

Erling D. Jacobsen hevur í nógv ár mannað miðverjuna hjá Víkingi saman við Atla Gregersen. Eitt miðverjupar, sum saman við restini av liðnum hevur kastað góð úrslit av sær. Víkingur hevur vunnið eina kapping á hvørjum ári síðani 2012 umframt góð úrslit í Europa kappingum.

 

 

Men nú bendur okkurt á, at 27 ára gamli miðverjin tekur ein steðg frá fótbóltinum, tó at hann ikki vil avskriva, at hann verður at síggja á vøllinum seinni.

- Eg fari at sigla í januar og februar, og tað er ein partur av míni útbúgving. So eg taki ikki støðu fyrr enn í mars mánað, hvussu verður við fótbóltinum. Eg føli meg eitt sindur mettaðan, og hóast eg havi tosað við fleiri felag, so havi eg ikki vilja bundið meg til nakað, sum støðan er í løtuni, sigur Erling D. Jacobsen við Norðlýsið.

 

 

Landskappingin byrjar 11. mars og tað er sostatt greitt, at Erling D. Jacobsen neyvan verður at síggja á vøllinum fyrsta partin av kappingini. So fáa vit at síggja í mars mánaða, um hann velir at gera avtalu við nakað felag seinni í kappingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…